Í gjárkvøldið spældi besta mansliðið hjá Mjølni fyrsta evropeiska dystin hjá einum føroyskum flogbóltsfelagi. Frammanfyri nógvum norðoyingum í Badmintonhøllini í Klaksvík loypti Mjølnir hvøkk á niðurlendska meistaraliðið og vann fyrsta setti heili 25-11. Heimaliðið var eisini ógvuliga væl við í 2. setti, og hóast samanlagt 1-3 tap vísti Mjølnir seg væl fram.
Sí eisini: Mjølnir bjóðaði av álvara av í fyrsta evropeiska dystinum
Fótbóltsstoltleikin í Klaksvík kann ikki longur fullkomiliga loypa hvøkk á Fótbóltsevropa. Tó er ætlanin, at blíva við at skaka eitt sindur. Tað segði Hallur Hansson við Portalin í gjár. Í Olimpia Ljubljana-leguni er man greiður yvir, hvørja hóttan KÍ kann koma við - liðið hjá Magne Hoseth hevur higartil í ár verið í minsta lagi væl við í øllum dystunum, og higartil er tað ikki eydnast nøkrum útlendskum gestum at vinna á KÍ í Føroyum.
Á pappírinum er útiliðið ein heilt lítil favorittur í kvøld. Talan er um slovensku meistararnar. Liðið er tó ikki styrkismett langt omanfyri KÍ, og veddingarfyritøkurnar hava tað nærum 50-50 í oddsum. Magne Hoseth hevur tað á 60-40 til Ljubljana, men ger greitt at her eru góðir møguleikar fyri sigri, um KÍ ger síni ting røtt - tann besti møguleikin higartil.
Tað er eisini tað, sum norski venjarin og spælarar hansara fara eftir. KÍ vil kappast um at koma víðari. Tað gera bert tvey tey fremstu liðini í bólkinum, so tað er nú tað skal verða hjá teimum í bláum.
Sí eisini:
René Shaki Joensen: Fara 100% eftir trimum stigum
Jákup Biskopstø Andreasen: Noyðast at skapa meira og vera djarvari enn móti Lille
Hallur Hansson: - Tað er eitt positivt trýst á okkum til í morgin
Nú skal KÍ av álvara fara eftir sigrinum
Teir flestu eru tøkir
Magne Hoseth hevur roynt at fyrireika lið sítt væl. Norski venjarin veit, at slovensku meistararnir hava stóra styrki - men eisini nøkur punkt ið hann sær sum veikleikar/møguleikar hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er bert Jonn Johannessen, sum heilt víst ikki kann spæla. Annars eru teir tøkir og til reiðar í KÍ-leguni. Tórsvøllur fer helst at síggja heldur tómligur út, men fleiri fjepparar úr Klaksvík fara at gera nógv burtur úr, og tað er framvegis møguleiki at ogna sær atgongumerki her.
Bundesliga-dómarin floytar í gongd klokkan 17.45. Dysturin sæst eisini á TV2 Play. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
UEFA Europa Conference League Bólkur A - 3. umfar
Hóskvøldið 26.10 á Tórsvølli
17.45: KÍ - Olimpija Ljubljana
Atgongumerki kunnu keypast her
Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald