Fótbóltur

Teir flestu eru tøkir

Jonn Johannessen er skaddur, og Heini Vatnsdal er ivasamur. Sum heild sær tó gott út hjá KÍ, hvat manning viðvíkur, til lykladystin móti Ljublijana á Tórsvølli í morgin.

Patrick Da Silva og Mads Boe Mikkelsen spældu ein hálvleik hvør í Gundadali sunnudagin, har Magne Hoseth og toymi fingu fína fyrireiking til Conference League-dystin. KÍ hevur sum heild sterkan hóp til dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Patrick Da Silva og Mads Boe Mikkelsen spældu ein hálvleik hvør í Gundadali sunnudagin, har Magne Hoseth og toymi fingu fína fyrireiking til Conference League-dystin. KÍ hevur sum heild sterkan hóp til dystin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-25 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireiking til hóskvøldið. Tað var hetta, sum KÍ í stóran mun nýtti Betrideildardystin móti B36 sunnudagin til. Tað tyktiskt í øllum førum týðiligt. Útiliðið skapti størru málmøguleikarnar í Gundadali men hugsavnaði seg eisini um at verja væl í 5-4-1 skipanini og at finna tær røttu linjurnar í spælinum. Eisini liðuppstilling og útskiftingar sóu til at verða lagdar heilt til rættis áðrenn og við Conference League-dystinum í huganum.

Sí eisini: 
Lagt er upp til javnan dyst á Tórskvølli hóskvøldið
Nú skal KÍ av álvara fara eftir sigrinum

Frá byrjan stillaði Magne Hoseth við tí, sum í verandi mun kann metast at vera hansara sterkasta manning – fyriuttan René Shaki Joensen ið allarhelst fær eitt pláss millum teir fyrstu ellivu í morgin. Royndi landsliðsspælarin var ein av eyðmerktu innskiftarunum í steðginum. Vongbakkarnir, Patrick Da Silva og Jóannes Kalsø Danielsen, ið renna nógv og hava havt ymiskt at dragast við í ár, spældu bert fyrra hálvleik.

Eftir ein tíma høvdu Páll Andrasson Klettskarð og Deni Pavlovic spælt nóg mikið. Ansað verður eftir fótinum hjá vandamikla 9'aranum úr Klaksvík og lærkrikanum hjá stinna serbanum. Umframt Shaki var Mads Boe Mikkelsen komin inn í steðginum. Fyri Páll og Deni komu Hallur Hansson og Børge Petersen inn. Alt innskiftarar, ið kunnu gera mun á ymsan hátt.

[object Object]
Av teimum sum ikki byrjaðu inni móti B36, er tað mest sannlíkt, at René Shaki Joensen kemur inn á liðið frá byrjan móti Olimpija Ljubljana (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

[object Object]
Heini Vatnsdal stríddi seg gjøgnum skaða í nøkrum stórum dystum í summar...

[object Object]
...síðani hevur hann mest hugt at og vant fyri seg sjálvan, men nú er royndi verjuspælarin í Vági við at vera til reiðar at spæla aftur (Mynd: Sverri Egholm)

At úrslitið í Gundadali ikki hevði so nógv at siga fyri føroyameistararnar sást, tá Jákup Biskopstø Andreasen varð skiftur út í 82. minutti. Lokali liðformaðurin  hevur spælt eina rúgvu av dystum í ár - yvir 40 - og millum annað tveir landsdystir frá byrjan fyri stuttum. Hann varð spardur fyri unga ganabúgvan Ahmed Latif. Sum heild sá KÍ-liðið út til at vera rímiliga væl fyri til stóru uppgávuna í Conference League. Sum heimasíðan hjá KÍ vísir á, er tað bert ein spælari í hópinum, sum við vissu ikki er tøkur til dystin í annaðkvøld.

Jonn Johannessen hevur bæði í ár og í fjør havt trupulleikar við fótinum, men seinastu tíðina hava mjødnin/lækrkikin aftur darva. Skaðaplágaði 21-ára gamli klaksvíkingurin varð skurðviðgjørdur í Noregi síðstu viku. Vónin er, at Jonn, sum hevur skorað fýra evropeisk mál, verður tøkur til onkran dyst í bólkaspælinum og/ella fær ein fullan uppstart næsta ár.

Heini Vatnsdal hevur eitt brot í fótinum, sum verjuspælari fekk í fyrra dystinum móti Ferncvárosi. Hann spældi uttan at vita av tí í eina tíð men hevur ikki verið í dysti í næstan tveir mánaðir. Royndi vágbingurin er framvegis í gongd við at koma fyri seg. Hann er byrjaður av venja og verður helst í hópinum hesaferð. Nakað av ivamálið er um norska áleyparan Sivert Gussiås, ið hevur havt nøkur fín innhopp í Evropa.

KÍ tekur ímóti Olimpija Ljubljana á Tórsvølli í morgin. Dysturin millum føroyameistararnar og meistaraliðið úr Slovenia, í 3. umfari í Conference League-bólkaspælinum, byrjar klokkan 17.45. Atgongumerki kunnu keypast her. KÍ hevur venjing seinnpartin, og Portalurin verður til staðar.

Bólkur A
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig

Hóskvøldið 26.10
17.45: KÍ - Olimpija Ljubljana

Atgongumerki fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder