
Katowice, Pólland (Portalurin): - Vit høvdu sett nøsina upp ímóti meira - serliga sum dystargongdin var - men tá Óli skorar brotskastið til seinast og javnar eru vit nøgd.
- Íjøssus ikki...man hugsar ikki so nógv gjøgnum ein so spennandi dyst. Haldi ikki man er komin heilt niður á jørðina enn.
Soleiðis søgdu ávikavist Heini Harryson og Hávardur Trúgvason ein góðan tíma eftir HM-gysaran móti Íslandi, tá Portalurin fekk orð á teir í Arena Katowice. Har vóru føroysku U21-menninir leingi á odda, men til endans var neyðugt at bjarga einum javnleiki við einum brotskasti.
Les eisini: Føroyar bjargaðu týðandi stigi við brotskasti í seinasta sekundi
Tað stóð nógv á føroyingunum í høllini. Millum annað á Heina og Hávardi sum eru pápar hjá ávikavist Høgna Heinason og Trúgva Hávardsson: Tveir av álopskendu profilunum hjá Føroyum, sum hava ferð og spennandi dygdir.
- Nú havi eg verið við til fleiri endaspøl hjá hesum dreingjunum, og man kennir allar rímiliga væl. Eg vóni, at allir standa seg væl, men man hyggur sjálvandi eyka nógv eftir sínum egna soni. Men tað er kanska alt eftir, hvussu tað gongst, heldur Heini Harryson fyri.
Høgni Heinason hevur spælt so at siga allar álopsminuttirnar hjá Føroyum í HM-endaspælinum higartil - familjan fylgir spent við á áskoðaraplássinum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Hondbólturin fyllur so at siga alt - synirnir vilja nógv við ítróttini
Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson hava verið fyri stórari menning seinastu árini. 2005'arnir eru stórir profilar á teirra liðum og í føroysku kappingini sum heild.
- Hondbólturin fyllir nógv - meira ella minni alt hjá Trúgva serliga. Nú er skúlin hjá honum liðugur, so nú fer tað so at siga bara at vera hondbóltur, staðfestir Hávardur, sum sjálvur spældi hondbólt við StÍF.
Klára tit at halda honum heima á Strondum leingi, ella skal hann langt heimanfrá at spæla hondbólt skjótt?
- Eg haldi, at hann ætlar sær meira. Men í fyrstu syftu snýr tað seg um at byggja kroppin meira upp - fyrsta raðfesting er at taka eitt sindur uppá og mennast.
Trúgvi Hávardsson til U19 HM í 2023. Tá hevði strandingurin nógvar góðar løtur, men hann hevur tikið stór fet síðani (Mynd: Egin Tollakson Kass)
Høgni Heinason var ikki við til U19 HM vegna skaða. H71-bakkurin er komin ógvuliga væl aftur á vøllin og varð kosin ársins ungi spælari og besti spælari sum heild í Betrideildini. Heini Harryson, sum millum annað hevur svomið fyrr, fegnast um at síggja hetta - hann staðfestir eisini fyri Portalinum, at Høgni verður verandi í Hoyvík fyribils.
- Høgni var úti í yvir eitt ár við skaðum. Nú hevur hann verið skaðafríur í eina tíð og er ógvuliga glaður fyri at fáa spælt við fullum útblástri aftur. Tað hevur gingið ógvuliga væl, og tað ger tað sjálvandi ikki verri. Hann trívist ógvuliga væl í Hoyvík og ætlar í øllum førum at spæla eitt ár afturat har.
Til seinast siga spentu páparnir, at Føroyar hava góðar møguleikar í hesi HM-kappingini, um teir raka sítt toppstig. Leygardagin verður bólkurin avgjørdur, og tá skulu vit royna at vinna á Rumenia, sigur Heini Harryson at enda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald