Jákup á Borg stóð á odda fyri B36 í øllum dystunum í Betrideildini í ár, umframt í fýra Europa League-dystum, men tað verður ikki 41-ára gamli venjarin sum skal gera tað í steypakappingini. Hetta hevur Jákup sjálvur avgjørt, tí hann helt tað verða tað rætta, tá avgerðin um, at hann ikki skuldi halda fram komandi kappingarár kortini varð tikin.
Les eisini: Jákup ikki longur høvuðsvenjari hjá B36
Tað var í gjár, at B36 skelkaði "FótbóltsFøroyar", tá felagið kunngjørdi at maðurin, ið er vorðin ímyndin fyri felagið, ikki longur skal stjórna besta mansliðnum. Orsøkin til at Jákup og felagið eru komin ásamt um at enda samstarvið er, at venjarin ikki ynskir at forða fyri víðari menning av leikarum og liðnum, tí sum Jákup á Borg segði við in.fo í gjár, so eru nakrir spælarar ónøgdir við hann.
B36 skal harvið hava nýggjan høvduðsvenjara til steypakappingina. Árstalsfelagið skal spæla ímóti AB í fjórðingsfinaluni 21. november, og tá gerst felagið tað fimta, sum hevur spælt í bestu mansdeildini, sum fer at hava eina nýggja venjaraloysn.
Hinar eru:
Skála - Billi McLeod Jacobsen: Partarnir samdust um at enda samstarvið 31. juli, tá liðið lá niðast við einum stigi. Orsøkin var vánalig úrslit, og at partarnir sóu, at hetta ikki var ein gongd leið. Sorin Anghel avloysti Bill, men Skála gjørdist ov stutt til at verða verandi í deildini. Liðið endaði nummar 10 við sjey stigum - er framvegis í steypakappingini og skal spæla ímóti NSÍ 21. november.
Víkingur - Eyðun Klakstein: Ein annars klaksvíkingur. 1. juni varð boðað frá, at Eyðun, eftir tríggjar sigrar á rað var uppsagdur, og at 1. deildar- og høvuðsungdómsvenjarin varð settur ístaðin. Orsøkin var, at tað ikki hevði gingið nóg skjóttt við at seta ungar leikarar við. Tá var Víkingur nummar fimm, og liði endaði greitt nummar fimm. Jóhan Petur Poulsen vann sínar fyrstu fýra dystir, sum vóru móti botn-fýra, tapti síðani fýra á rað, sum vóru móti topp-fýra, áðrenn árið endaði við sigri á ÍF. 15 stig uppá ein triðing, steypakappingin er framvegis eftir, og yngri leikarar hava í ein mun spælt meira seinastu dystirnar - millum annað Olaf Bárðarson og so eru Vukasin Tomic og Lukasz Cieslewicz farnir úr hópinum.
Glenn Ståhl og Jens Martin Knudsen undan Europa League-uppgávuna móti Barry Town, har NSÍ á fyrsta sinni spældi seg víðari í evropeiskari kapping (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ - Glenn Ståhl: Helst størsti skelkurin áðrenn Jákup á Borg. Felagið lá nummar trý og var á veg til met nógv stig, tá sviin var uppsagdur 29. september. Orsøkin var munur á ætlanum og ambitiónum hjá felagið og venjara - millum annað viðvkjandi týdningin av at seta fysisikan venjara - eins og innanhýsis stríð. Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen tóku fyribils við, stóðu á odda í tríggjar dystir, áðrenn danin Allan K. Jepsen tók við. Liðið hevur ikki tapt síðani uppsøgnina, í seks dystum, og tapti ikki seinastu ellivu dystirnar. Tað manglaði bert ein sigur móti HB á Tórsvølli í fyrsta dystinum hjá Jepsen (2-2), so hevði NSÍ endað við 11 sigrum á rað. Tað rakk tó til met nógv stig og eitt evropeiskt pláss.
AB - Símun Samuelsen: Á Argjum var eitt sats tikið, tá Símun Samuelsen varð uppsagdur í farnu viku. Mánadagin 2. oktober, dagin eftir 1-0 tapið í Fuglafirði komu boðini, at vágbingurin ikki var í sessinum, men at Rógvi Nónsgjógv Poulsen skuldi taka við sum leikandi venjari. AB vildi royna nakað annað í seinastu dystunum fyri at bjarga sær, og tað eydnaðist. Liðið kom á odda í Klaksvík fyri viku síðani, sá gott út, men tapti 3-1. Leygardagin kom EB/Streymur á vitjan, og tað endaði heili 4-0 til heimaliðið, Harvið vann AB sín fyrsta dyst í ár, endaði nummar nígggju, og vann sær við tí rættin at spæla um upp- og niðurflyting móti B68. Hann verður leiktur 25. ella 28. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald