Fótbóltur

Helst eingin sigling um Suðuroyarfjørð hósdagin

Sambært Strandferðsluni kann roknast við, at Galaxy liggur í morgin - hetta vegna vána veðurforsøgn. Harvið er ein ein orsøk til ónøgd.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-09-17 08:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Galaxy og siglingin um Suðuroyarfjørð hava skapt øsing og órógv hjá serliga suðuroyingum í seinastuni.

Suðuroyingar kenna seg - av røttum - við sviðið soð - nú ferðasambandi er, sum tað er, meðan Smyril er í dokk. 

Spurningar hava verið um trygduna. Millum annað kundi Kringvarpið í gjár vísa á, at Galaxy hevur siglt ólógliga onkran túrin: Við opnum hekkuportri.

Avloysaraskipið siglir færr túrar, enn Smyril vanliga ger, og fyrr í mánaðinum hevur siglingin verið nakað óstøðu. Nakrir túrar vórðu fluttir ella avlýsir vegna veður.

Galaxy kann ikki sigla í ávísum veðurumstøðum, og vegna "vána veðurforsøgn" í morgin kann roknast við, at engin sigling verður á leið 7 hósdag 18. septembur.

Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í morgun. 

Harvið noyðast nógv fólk helst at finna aðrar loysnir, um tey skulu úr Suðuroynni ella til har frá í kvøld og eitt stórt samdøgur fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder