Fótbóltur

Helst hálvfult á Tórsvølli í morgin

Tað var tað eisini til seinasta heimadyst hjá A-landsliðnum. Tað kunnu tó framvegis leggjast nógvir føroyingar afturat.

Beint yvir 5.000 setur á snøgga Tórsvølli. Sum nú er verða beint yvir 2.200 av teimum nýtt í morgin, tá Moldova vitjar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Beint yvir 5.000 setur á snøgga Tórsvølli. Sum nú er verða beint yvir 2.200 av teimum nýtt í morgin, tá Moldova vitjar (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-09-09 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin klokkan 17 bresta Føroyar og Moldova saman í 5. umfari av  EM-undankappingini. Moldova hevur fimm stig, meðan Føroyar hava eitt stig. Tað fekk liðið hjá Håkani Ericson í Moldova í mars. Nú snýr tað seg um at fáa stig aftur - móti liðnum sum er styrkismett undir Føroyum.

Tað er ikki risastórur áhugi at koma á Tórsvøll at síggja dystin. Fyrr í kvøld fingu vit upplýst frá Fótbóltssambandi Føroya, at samanlagt beint yvir 2.200 atgongumerki tá vóru seld.

Almenna talið merkir, at tað sum nú er ikki verður hálvfult á Tórsvølli, har pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum. Tó kann væntast - og vónast - at fleiri leggjast afturat teir tímarnar áðrenn dystin, ið allathelst verður javnur og spennandi. 

Atgongd til Tórsvøll kann keypast á atgongumerki.fo

[object Object]
Brandur Hendriksson Olsen verður helst nógv á bólinum, tá Føroyar fara eftir fyrsta sigrinum í undankappingini. Skálvíkingurin og hinir fyrireikaðu seg á graslíkinum fyrr í kvøld (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Í mun til sølu higartil, og at tað er stutt til dystin, er tað mest sannlíkt at tað íhvussu er ikki verður nógv meira enn hálvfult á Tórsvølli í morgin. Harvið fer áskoðaratalið at líkjast tí til Føroyar - Albania í juni, sum var 2.507, og til Nations League dystirnar í fjør: 2.278 - 2.500 

Tøl: FSF og FaroeSoccer

Sí eisini (video og myndir): 
Odmar Færø: - Gleða okkum at koma í gongd aftur
Viljormur: - Verður ein tættur dystur - trúgva uppá trý stig
Myndir: Fyrireiking til Moldova í køldu heystarluftini

EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova

Atgongumerki kunnu keypast her - Kringvarpið vísir dystin

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig 
Føroyar 1 stig

Sí eisini: 
Eru ósigraðir móti Moldova
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Håkan Ericson: - Skulu stýra meira við bóltinum í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder