Fótbóltur

Video: - Gleða okkum at koma í gongd aftur

- Visti at hann fór at døma brotsspark í støðuni, og tað var eitt vónbrot. Odmar Færø setur orð á hóskvøldið og síðani "jaligar kenslur" við landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-09 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Bólturin verður líka snittaður av manninum beint frammanfyri mær, og eg fái ikki tíð at reagera. Eg standi klárur at blokera og fái ikki flutt armarnar nóg skjótt (...) tann kenslan eg hevði í støðuni var, at eg visti, at hann allarhelst fór at døma straffi.

Í videobrotinum omanfyri greiðir Odmar Færø nágreiniliga frá støðuni, ið gav Póllandi brotsspark og leiðsluna hóskvøldið.

Sí eisini: 
Lewandowski var snildur og náðileysur

[object Object]
Odmar og hinir hildu leingi Lewandowski og liðfeløgunum frá at skora (Mynd: Sverri Egholm)

33-ára gamli miðverjin hevur spælt yvir 50 A-landsdystir fyri Føroyar. Hann staðfestir í samrøðuni áðrenn dagsins venjing, at tað altíð er nakað serligt at vinna á Tórsvølli frammanfyri føroysku fjøldini. Hetta fara teir á landsliðnum eftir í morgin móti Moldova. Helst fer dystarmyndin at vera heilt øðrvísi enn í Póllandi, sigur Odmar Færø, ið eisini var á tíðindafundinum í dag.

Sí eisini: 
- Skulu stýra meira við bóltinum í morgin

Upptøkur: Bjarni Enghamar

------------------------------------------------------

EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova

Atgongumerki kunnu fáast her - Kringvarpið vísir dystin

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig 
Føroyar 1 stig

Sí eisini: 
Eru ósigraðir móti Moldova
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Myndir: Fyrireiking til Moldova í køldu heystarluftini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder