Hondbóltur

Her er skráin fyri finaluvikuskifti

Lagt er upp til ógvuliga spennandi finalur hjá teimum vaksnu í dag. Tìggju undgómsfinalur eru eisini á skránni.

VÍF og Kyndil skulu, eins og í fjør, stríðast um steypið hjá kvinnum
(Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF og Kyndil skulu, eins og í fjør, stríðast um steypið hjá kvinnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-23 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dagar - 12 finalur. Umstøðurnar eru sera góðar, og stórur spenningur er um, hvør fer avstað við steypunum í Stórhøllini á Hálsi.

Stóra steypafinaluvikuskifti hjá Hondbóltssambandinum fer av bakkastokki seinnapartin. Fýra finalur verða leiktar í dag, og talan er um finalurnar hjá teimum vaknsu og hjá teimum elstu í ungdómsdeildunum. Hinar átta eru á skránni í morgin.

H71 hevur sjey lið við, men hevur onga umboðan í dag. Neisitin hevur seks lið; mest í eldru deildunum:

Leygardagur 23. februar
Kl. 13.30 Kvinnur VÍF - Kyndil 
Kl. 16.00 Menn Neistin - Kyndil
Kl. 18.00 G18: Neistin – Kyndil
Kl. 19.30 D18: Neistin – StÍF

Sunnudagur 24. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – H71
Kl. 13.30 D10: Neistin – H71
Kl. 14.10 G12: VÍF – Kyndil
Kl. 15.00 D12: H71 – Kyndil
Kl. 15.50 G14: H71 – Neistin
Kl. 16.50 D14: VÍF – H71
Kl. 17.50 G16: H71 – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 – StÍF

Kringvarpið vísir finalurnar hjá teimum vaknsu. Ungdómsfinalurnar kunnu stroymast á youtube-síðuni hjá HSF

Upptaktir til finaluna hjá kvinnum: 
Turið Arge: Hesin møguleikin skal ikki fara framvið
Liljan Djurhuus: Verjuparturin verður sera týdningarmikil
Kyndil skal løna VÍF ósigrarnar aftur

Upptaktir til finaluna hjá monnum:
Hjalti Mohr Jacobsen: Eru so motiveraðir sum vit kunnu blíva
Pætur Mikkjalsson: Menn eru øgiliga svangir
Havnarfinala um at koma aftur á tindin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder