Tað kundi verið ein heilt spenanndi og søgulig vika fyri føroyskan hondbólt. Lutakast um bólkabýti til HM-endaspælið hjá monnum í 2025 var í Kroatia mikudagin, og tað var um reppið, at Føroyar komu í pottin.
Føroyska liðið vann við sjey málum í heimadystinum í play-off umfarinum, men fýra dagar seinni vann Norðurmakedónia við átta málum í Skopje. Harvið vóru Føroyar eitt mál frá at koma í brotskastskapping og tvey mál frá HM-endaspælinum.
USA og Sveis fingu sonevndu "Wild Card-plássini" (eyka plássini) Kroatia, Noreg og Danmark eru vertir.
Lutakastið háttaði seg á hendan hátt:
Mynd: IHF
Danmark er trídfaldur heimsmeistari. HM-endaspælið verður 14. januar til og við 2. februar 2025, tá finala og bronsudystir eru á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald