Fótbóltur

Her eru mótsstøðuliðini hjá U17, U18 og U19 dreingjum komandi ár

U17 skal spæla móti smátjóð í EM-undankappingini, meðan U19 kom í sera sterkan bólk. Sum nakað nýtt skal eitt U18-landslið spæla kapping líknandi Nations League, ið er partur av undankappingini til U19 EM.

Leivur Guttesen, her í dysti móti Fraklandi í EM-undankappingardysti í Køge fyri trimum vikum síðani. Hann er ein av teimum, ið aftur hevur aldur til U19-landsliðið komandi ár, har stórar avbjóðingar eru fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Guttesen, her í dysti móti Fraklandi í EM-undankappingardysti í Køge fyri trimum vikum síðani. Hann er ein av teimum, ið aftur hevur aldur til U19-landsliðið komandi ár, har stórar avbjóðingar eru fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-03 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast hevur fyrrapartin verið í Nyon í Sveis, og nú er greitt hvørjum londum føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í fyrsta umfari í EM-undankappingunum, sum verða ávíkavist í oktober og november komandi ár.

Sí eisini: U19-kvinnurnar skulu til Póllands til EM-undankapping

U17-dreingirnir komu í bólk 5, saman við Turkalandi, Russlandi og Gibraltar. Her er serliga seinasta mótsstøðuliðið áhugavert, og á pappírinum ein góður møguleiki fyri at fáa stig. Føroyar spæla sjálvdan móti Turkaland og Russland, ið verða væl størri bitar at gloypa. Kappingin verður spæld í Turkalandi frá 5. til 12. oktober 2020.

Lutakastið fyri U19-landslið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 13. Og talan verður um rættuliga sterka mótstøðu fyri okkara dreingir. Føroyar skulu møta Spania, Belgia og Finnlandi í Belgia í november komandi ár. Spania og Belgia eru millum tey allarbestu í Evropa. Føroysku U19-dreingirnir fingu 1-1 javnleik í EM-undankappingini í noveber.

UEFA roynir komandi ár ein nýggjan leist til U19 EM-undankappingina, og ein týðandi partur av hesum er, at undankappingin verður spæld yvir tveir ár. Tað verður tí í roynd og veru eitt U18-landslið, ið kemur at royna seg í einum Nations League-líknandi skapi, fyrst í september komandi ár. Á várið 2021 verður 2. umfar av kappingini, ið samanlagt hevur 4 umfør aftrat endaspælinum, ið verður í 2022.

Her fáa ungu føroysku menninir, fleiri verða helst eisini partur av U19 ella U17-landsliðnum komandi heyst, eina ørvísi avbjóðing. U18-landsliðið kom í bólk C3, saman við Andorra, Montenegro og Aserbadjan. Bólkur C3 verður spældur í Andorra frá 22. til 28. september. 

Rættað 15.27

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder