
Øgiligur spenningur var í Bólki B í gjár, tá Portugal og Spania skuldu spæla seg víðari í HM kappingini. Áðrenn dystirnar høvdu Portugal og Spania 4 stig, meðan Iran hevði 3 stig og Marokko einki stig.
Sum minuttirnir gingu í dystinum gjørdist meiri og meiri spenningur. Portugal legði seg á odda í bólkinum, tá teir komu framum móti Iran. Samstundis var leingi javnt millum Spania og Marokko, og Marokko legði seg eisini framum. Spania megnaði tó at javnað í yvirtíðini, men Iran javnaði eisini um sama mundið. Í síðstu sekundum hevði Iran ein risa møguleika at vinna á Portugal, men skotið fór framvið málinum. Hevði Iran skora tá, var Portugal ikki farið víðari í kappingini.
Mál og málmøguleikar frá báðum dystunum síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald