Fótbóltur

Herverk móti Zlatan-standmynd og íbúð hansara í Stockholm

Fótbóltsfjepparar í Malmo eru í øðini inn á teirra fyrrverandi hetju, sum hevur sett pengar í annað felag.

Soleiðis sá Zlatan-standmyndin í Malmö út eitt skifti í gjár

Soleiðis sá Zlatan-standmyndin í Malmö út eitt skifti í gjár

2019-11-28 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Byltingarnar eftir tíðindini í gjár um at svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, nú hevur sett pengar í Stockholm-felagið Hammarby, eru ikki av enn.

Í gjárkvøldið og í nátt hava viðhaldsfólk hjá barndómsfelagnum hjá Zlatan, Malmö FF gjørt vart við seg, eitt nú við at hevna seg inn á nýuppsettu stóru standmyndina framman fyri Malmö Stadion og eisini er framt herverk á íbúðina hjá Ibrahimovic í Stockholm.

’Judas’ stóð mála á dyrnar inn til bygningin í morgun. Onkur hevði eisini tveitt surströmning (serliga herskin svensk dósasild, red.) móti húsunum.

Les eisini grein í gjár: - Zlatan svíkir Malmö 

Standmyndin av Zlatan í Malmö varð eitt nú málað við rasistiskum boðskapum og deyðshóttanum móti fótbóltsspælaranum. Seinni mátti løgreglan byrgja standmyndina inni fyri at verja hana móti herverki.

Á sosialu miðlunum sóðust myndir av monnum, sum vístu sína ónøgd inn á standmyndina:

Fyri høvuðspersónin sjálvan eru hatsku aftursvarini komin óvæntað.

Í sambandi við tíðindini um, at Zlatan Ibrahimovic nú fer at arbeiða saman við Hammarby, segði hann sjálvur, at hann ikki roknaði við, at fjeppararnir í barndóms- og hjartafelag hansara, Malmö FF, fóru at hava trupulleikar av tí.

- Eg veit, at tey ikki verða vónbrotin. Tað, eg havi gjørt fyri Malmö FF, fer altíð at vera har. Hetta er ein onnur støða. Tað hevur einki at gera við, hvar mín fótbóltsleið byrjaði, segði Zlatan Ibrahimovic við Aftonbladet.

Zlatan hevur seinastu árini spælt fyri LA Galaxy í amerikansku MLS-kappingini. Íløgan í svenska felagið hevur samband við hansara virki sum spælari í USA. Felagið The American Anschutz Entertainment Group, AEG, sum eigur LA Galaxy eigur eisini 47 prosent í Hammarby IF, skrivar tv2.dk.

[object Object]
Zlatan við grønu Hammarby-troyggjuni

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder