Fótbóltur

Hesaferð var City omaná móti Tottenham

18-ára gamli Phil Foden gjørdist matchvinnari.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-20 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Minni enn trý samdøgur eftir dramatisku Champions League uppgerðini millum City og Tottenham, hittust feløgini aftur í Premier League til týðandi dyst. Tað var á sama staði sum mikukvøldið og hesaferð í bakandi sólskini. Dysturin í dag gjørdist heilt ørvísi, m   

Báðir venjararnir høvdu gjørt fleiri bjargingar; Pochettino hevði næstan skift helvtina av liðnum út, men tað var ein broyting hjá Guardiola, ið gjørdist avgerandi: 18-ára gamli lokali miðvallarin Phil Foden hevði fingið møguleikan frá byrjan, og hann sló til næstan beinanvegin. Son hevði júst havt ein góðan møguleika í hinum endanum, men so kom eitt gott innlegg frá Bernardo Silva eftir passivt Tottenham-verjuspæl. Innleggi endaði á pannuni á liðformanninum Aguero, ið við pannuni stýrdi bóltinum inn í málteigin til Foden, ið legði City á odda - talan var eisini um passivt verjuspæl í brotsteiginum. 

Um hyggjarin nú væntaði eitt festfýrverkarí og málveisltu eins og mikukvøldið, so gjørdist hann vónbrotin. City hevði bóltin væl meira, men hoast nakrar fínar støður so kom so at siga ongantíð veruligt trýst á málið hjá Gazzaniga, ið avloysti Lloris - Sterling hevði tó ein stóran møguleika tíðliga í 2. hálvleiki. Tottenham dúðaði uppá umstillinga við kviku áleyparunum, og Lucas kom til onkra støðu, meðan Son burdi havt javna í 1. hálvleiki.

Samanumtikið var City tó omaná uttan at bergtaka. Rímiliga nógv fokus hjá leikarunum tyktist at vera á dømingini - heimaliðið vurdi havt fingið straffi fyri steðgin og Tottenham vildi hava í 2. hálvleiki - og nærdystirnir vóru ofta harðir, og ónollirnar fleiri móti endanum. Pep Guardiola og hansra menn er glaðir fyri at hava reist seg og tikið oddasessin aftur. 

Manchester City - Tottenham 1-0 (1-0)
1-0 4' Phil Foden


Seinni í dag: 
 

15.00: Bournemouth - Fulham 
           Huddersfield - Watford
           West Ham - Leicester
           Wolves - Brighton

17.30: Newcastle - Southampton  
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder