Fótbóltur

Hesir ellivu byrja móti Póllandi

Føroyar spæla við fimm á miðvøllinum í kvøld.

Brandur Hendriksson Olsen byrjar nú inni móti væl størri tjóð (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen byrjar nú inni móti væl størri tjóð (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19.45 spæla Føroyar seinasta heimadystin í EM-undankappingini. Pólland vitjar, og Håkan Ericson hevur valt hesa byrjanaruppstillingina:

Føroyar (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Gunnar Vatnhamar - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson

Her er ikki so nógv at vera bilsin av. Gunnar Vatnhamar verður sum skilst tann mest verjukendi miðvallarin, sum til innlegsstøður skal fella aftur sum ein miðverji.

Tað álopskenda skal fyri tað mesta koma frá vongspælarunum - breiðu miðvallarunum - og Jóan Símuni Edmundsson. Brandur Hendriksson Olsen byrjar nú inni móti væl størri tjóð og verður helst ein lykil til, at Føroyar kunnu halda væl fast í bóltinum til tíðir.

[object Object]
Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Stóra álopsstjørnan hjá Póllandi og tvímálskjúttin frá fyrra dystinum er ikki við . Robert Lewandowski er skaddur.

[object Object]

Sí eisini: 
Vilja prógv nakað móti Póllandi
Shaki: - Nógv skal ganga upp í eina hægri eind
Mattias Lamhauge: - Skulu leggja uppá í álopskenda spælinum

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sí eisini: Yvir 3.000 fólk til Føroyar - Pólland hóskvøldið

Støðan eftir fimm umfør: 

1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig*
3. Moldova 8 stig 
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder