Fótbóltur

Vilja prógva nakað móti Póllandi

Póllendingar eru stórfavorittar á pappírinum men hava ymiskar trupulleikar, og føroyska liðið skal vísa eitt sterkt avrik á sínum heimavølli.

Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar roynt at fyrireika seg at verja væl ímóti - eins og stóran part av dystinum í Varsjava - men eisini hvussu málið hjá póllendingum skal hóttast meira (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar roynt at fyrireika seg at verja væl ímóti - eins og stóran part av dystinum í Varsjava - men eisini hvussu málið hjá póllendingum skal hóttast meira (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eingin ivi um, at pólska á pappírinum er betri. Spælararnir spæla á stórum addressum, liðið var millum tey seinastu 16 í HM-endaspælinum í fjør, Pólland er 101 pláss omanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum og hjá veddingarfyritøkum stórur favorittur til kvøldsins dyst.

Tað er tó ró rumbul um pólska liðið. Liðið er næstaftast í bólkinum eftir fimm umfør, og tað er als ikki nøktandi fyri póllendingar. Fernando Santos fekk eisini sekkin í síðsta mánaða eftir tapið í Albania - tríggjar dagar eftir at Pólland við tógvið stríð vann á Føroyum á heimavølli.

[object Object]
Michal Probierz hevur tikið við sum A-landsliðsvenjari. Hann vildi ikki avdúka nakað serligt um nakað á tíðindafundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Maðurin, sum skoraði bæði málini tað kvøldið í Varsjava, er ikki við í Føroyum. Robert Lewandowski er skaddur og fyribils venjarin noyðist at standa seg uttan heimsstjørnuna í álopinum. Hetta kann avgjørt ávirka pólska spælið - nakað sum Håkan Ericson kom inn á á tíðindafundi í gjár

Í 15 undankappingardystum undir svianum sum landsliðsvenjara hava Føroyar higartil bert fingið stig móti Moldova. Í Nations League hevur tað bragdað oftari; tá hevur mótsstøðan eisini oftast verið veikari enn tann í undankappingardystunum, men ein líknandi illfýsnan dag sum hendan í september í fjør vunnu Føroyar á Turkalandi á Tórsvølli.

Føroyska liðið vil í øllum førum spæla ein dyst, har man er við at spæla um stig til síðst í dystinum - har veruligur spenningur er í. Tað sær út til, at nógvir áskoðarar vera til staðar, og so er spurningurin hvussu stórt trýst verður á føroyska málið, ella um Føroyar veruliga megna at kroysta kroystu póllendingarnar.  

Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45. Portalurin verður til staðar við ymiskum tilfari.

Sí eisini: 
Shaki: - Nógv skal ganga upp í eina hægri eind
Mattias Lamhauge: - Skulu leggja uppá í álopskenda spælinum

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sí eisini: Yvir 3.000 fólk til Føroyar - Pólland hóskvøldið

Støðan eftir fimm umfør: 

1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig*
3. Moldova 8 stig 
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder