Hondbóltur

Hesir skulu royna at spæla Føroyar til EM-endaspælið

Peter Bredsdorff-Larsen hevur tikið 15 mans út til uppgávurnar móti Ukraina og Eysturríki, sum vera ávíkavist 26. og 30. apríl.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-04-11 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í hesum mánaðinum skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla avgerandi dystir í EM-undankappingini. Serliga er tann fyrri, sum verður í Høllini á Hálsi móti Ukraina 26. apríl, sera týdningarmikil.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller hava nú úttikið hópin til uppgávurnar á Hálsi og 30. apríl í Bregenz í Eysturríki. Hondbóltssamband Føroya skrivar, at føroysku venjararnir kunnu hava 16 leikarar við til dystirnar, men teir hava gjørt av at bíða við at úttaka seinasta mannin, tí greiða skal fáast á skaðaviðurskiftum og føri hjá nøkrum leikarum.


Málverjar:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)

Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar;

Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

Peter Krogh, H71

Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)

Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)

Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)

Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)

Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)

Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)

Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum sunnudagin 23. apríl, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin móti Ukraina mikudagin 26. apríl kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Útselt er til dystin.

Hópurin ferðast til Bregenz í Eysturríki, leygardagin 29. apríl, har dysturin verður sunnudagin 30. apríl kl. 17.00, føroyska tíð. Portalurin verður við á ferðini

- Eysturríki hevur 8 stig í bólkinum og hevur harvið tryggjað sær pláss til EM. Dysturin um 2. og 3. pláss er tættur og hevur Rumenia 4 stig, meðan Føroyar og Ukraina hava hvør síni tvey. Føroyar taptu útidystin móti Ukraina 29-25 og taptu heimadystin móti Eysturríki 30-28.

Føroyar hava møtt Ukraina seks ferðir áður, og hava úrslitini verið hesi:

11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping

10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping

13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping

10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping

14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-26, EM-undankapping

12.10.22 Ukraina – Føroyar 29-25, EM-undankapping

Føroyar hava møtt Eysturríki tríggjar ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:

03.02.80 Føroyar – Eysturríki 18-27, C-HM

08.02.84 Eysturríki – Føroyar 26-19, C-HM

16.10.22 Føroyar – Eysturríki 28-30, EM-undankapping


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder