Komandi vikuskiftið, 29. og 30. juni, verður kappingin Hilton Garden Inn Open leikt á golfbreytini á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein stablefordkapping við 75 prosent av handikappinum. Eisini verður kappingin býtt upp í tvær kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol.
Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst par 3-holunum.
Tey ið spæla 18 hol byrja klokkan 9, meðan tey ið spæla 9 hol byrja klokkan 10:30.
Hilton Garden Inn stuðlar kappingini og letur vinnarunum góðar vinningar.
Kappingin er ein opin kapping sum merkir, at allir golfleikarar við einum handikappi í mesta lagi upp á 54,0 kunnu luttaka í kappingini, hóast teir ikki eru limir í Tórshavnar Golffelagi.
Golfsamband Føroya hevur avgjørt, at kappingin Hilton Garden Inn Open er ein av úttøkukappingunum til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum í 2025.
Meira kunning um kappingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald