Fótbóltur

Hittast fyri triðju ferð í steypafinaluni

HB vann á Víkingi í fjør - í 2014 vann Víkingur á HB.

Andreas Lava Olsen við bóltinum í

Andreas Lava Olsen við bóltinum í "mjørkafinaluni" í fjør. Leirvíkingurin skoraði, men Víkingur tapti fyri HB (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-12-02 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Farna vikuskifti gjørdist greitt, at Víkingur og HB skulu hittast í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður leygardagin 5. desember klokkan 16.00.

Víkingur og HB vóru eisini í finaluni í fjør. Tá vóru teir í svørtum og reyðum omaná og vunnu 3-1.

[object Object]
Heðin Hansen hevur spælt tvær steypafinalur fyri Víking móti HB. Nú verður tað umvent. Ari Olsen, ið skoraði sigursmálið fyri Víking í hálvfinaluni móti B36, skal leygardagin spæla sína fyrstu vaksnamannafinalu (Mynd: Sverri Egholm)

Síðani stovnanina í 2008 hevur Víkingur verið í heili átta finalum. Tær fyrstu fimm vann felagið: Í 2009, í 2012 og 2013 varð EB/Streymur koppað, í 2015 NSÍ og í 2014 HB. Tá skoraði fyrrverandi HB-leikarin, Hallur Hansson, sigursmálið í 89. minutti, tá landsliðsleikarin tveitti seg fram og setti høvdið á eitt innlegg frá Bárði Hansen. 


Finalan um Løgmanssteypið 2014
Tórsvøllur 30. august
Víkingur - HB 1-0
89' Hallur Hansson

HB: Teitur M. Gestsson - Alex José Dos Santos, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (L), Andrew av Fløtum, Levi Hanssen, Jógvan Rói Davidsen, Poul Ingason (69' Pál Mohr Joensen), René Shaki Joensen

Venjari: Sigfríður Skaale Clementsen

Víkingur: 
Geza Turi - Hanus Jacobsen, Atli Gregersen (L), Súni Olsen, Heðin Hansen (64' Filip Djordjevic), Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (60' Andreas Lava Olsen), Finnur Justinussen

Venjari: Heðin Askham

Finalan um Løgmanssteypið 2019
Tórsvøllur, 21. september
HB - Víkingur 3-1 (1-0)
40' Adrian Justinussen 1-0
52' Símun Samuelsen 2-0
61' Andreas Lava Olsen 2-1
71' Sebastian Pingel 3-1

HB: Teitur Matras Gestsson - Bartal Wardum (83' Jógvan Rói Davidsen), Brynjar Hlöðversson (L), Lasse Thillitz Andersen, Magnus Egilsson (68' Sebastian Pingel) - Adrian Rúnason Justinussen, René Shaki Joensen, Daniel Johansen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu, - Ari Mohr Olsen (90' Pætur J. Petersen)

Venjari: Heimir Guðjónssom 

Víkingur: Elias Rasmussen - Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen -  Heðin Hansen, Bogi Reinert Petersen (59' Elias J. Lervig), - Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Arnbjørn Svensson (59' Filip Djordjevic) - Adeshina Lawal

Venjari: Sámal Erik Hentze

Les eisini: Fyri fyrstu ferð í 15 ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder