Hondbóltur

Hjálparvenjarin: - Huglagið er framvegis gott

- Vit fylgdu væl við á Hotel Vágum, og vónbrotið var stórt, tá flogfarið ikki fekk sett seg. Fáa tó einki gjørt við støðuna, og tað er ikki so kroyst enn, sigur Julian Johansen.

Óli Mittún og hinir fingu vant fyrrapartin, og føroyska liðið hevur fingið hvílt seg, eti væl og fyreika seg eitt sindur hondbóltsliga á Hotel Vágum í dag, staðfestir Julian Johansen í viðtalu við Portalin og FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún og hinir fingu vant fyrrapartin, og føroyska liðið hevur fingið hvílt seg, eti væl og fyreika seg eitt sindur hondbóltsliga á Hotel Vágum í dag, staðfestir Julian Johansen í viðtalu við Portalin og FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-11 00:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað ávirkar sjálvandi eitt sindur. Løtan á Hotel Vágum seinnapartin og í kvøld hevur verið góð og gevandi. Tað hevur verið eitt sindur av undirhaldi við spurnarkapping og øðrum: Menn fingu sær ein góðan bita, góður fótbóltur var í sjónvarpinum o.s.fr. Huglagið er gott; vit vita, at vit fáa einki gjørt við hesa støðuna. Dysturin er sunnukvøldið klokkan 19, og tað er ein góð løta til tað enn.

Julian Johansen var við gott mót, tá Portalurin og FM1 fingu orðið á hann stutt fyri klokkan 23 fríggjakvøldið. Hjálparvenjaran var líka komin oman á flogvøllin eftir bilinum. Eina løtu áðrenn høvdu hann, hinir í toyminum og spælararnir sitið og fylgt við, við vindeygað á Hotel Vágum. Hetta meðan eitt flogfar hjá Atlantic Airways royndi at seta seg. 

- Vit fylgdu væl við, tá flogfarið royndi at lenda. Allir stóðu við vindeygað, og vit høvdu gitt eitt sindur um, hvørt tað fór at lenda ella ikki. Tað var sjálvandi eitt øðiligt vónbrot, tá vit hoyrdu, at hann setti á motorin aftur, staðfestir Julian Johansen.

Sí eisini: Stór óvissa um nær føroyingarnir koma til Skopje

Sí eisini: Nógv eygu á flogfarinum hjá landsliðnum

Flogfarið kom úr París og fekk vegna ov nógvan mjørka og síðuvind ikki lent. Hetta hevur sjálvandi eisini verið vónbrot fyri tey umborð, sum høvdu verið langan túr, hingið leingi yvir Føroyum og nú noyddust til Stavanger at sova. Fyri føroyska manslandsliðið merkir tað, at man noyðist at bíða uppaftur longri at seta kósina móti Skopje. Óvissan er framvegis rímiliga stór.

- Vita ikki so nógv beint nú, men vónandi sleppa vit í eitt flogfar til Danmarkar tíðliga í morgin. Síðani verður arbeitt við loysnum harfrá – millum annað beinleiðis ferð til Skopje. Vit hava tó eisini fingið nøkur ting at vita í kvøld, sum ikki hava hildið... nú eru spælararnir á veg heim at sova. Teir hava fingið boð um, at teir skulu vera til reiðar, um boð koma, sum merkja, at teir skulu skjótt til flogvøllin aftur.

[object Object]

[object Object]
Tá spælararnir bíðaðu fyrruferð - á flogvøllinum. Teir royna at hugsavna seg um tað, ið teir fáa stýrt (Myndir: Sverri Egholm)

Julian Johansen sigur, at tað sjálvandi er torført at geva greið boð í tílíkari støðu, tí eingin veit, nær fløgførini lenda. Hvørki Atlantic ella vit fáa stýrt veðrinum, sigur hjálparvenjarin og yppir øksl.

Tá Sjúrður Hildarsson Hoydal til seinast spyr, um hann er bjartskygdur, svarar havnarmaðurin soleiðis:

- Høvdu sjálvandi ynskt at vit vóru í Skopje nú í kvøld. Vit hava tó tíbetur vant í dag, fingið hvílt, etið væl og tosað um hondbólt. Um alt vil nøkulunda væl, so eru vit har ikki so seint í morgin. Tað er ikki so pressað enn.

Føroyska ferðalagið skal tó helst ikki koma til Skopje ov seint í morgin. Avgerandi dysturin um HM-pláss er sunnukvøldið 12. mai klokkan 18 føroyska tíð. Man sleppur helst í fyrsta lagi úr Føroyum beint eftir døgurða í morgin.

Portalurin verður við á ferðini - nær hon so verður. 

Les eisini: Landsliðið strandað í Føroyum tvey samdøgur áðrenn lagnudystin í Skopje

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder