Hondbóltur

Stór óvissa um nær føroyingarnir koma til Skopje

Einki flogfar hevur lent síðani klokkan 13 í dag - tað miseydnaðist eisini flogfarinum úr París, ið fór upp í mjørkan aftur. Tað er eisini mjørki yvir føroysku ferðaætlanini.

Færoyski landsliðshópurin livir í óvissu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Færoyski landsliðshópurin livir í óvissu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-10 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið skuldi eftir ætlan verið í einum flogfari úr Wien til Skopje nú og harvið koma til norðurmakedónska høvuðsstaðin í rímiliga góðari tíð undan avgerandi dystinum sunnudagin.

Alt hetta hevur tó fingið eitt skot fyri bógvin vegna nógva mjørkan, umframt síðuvind og ættina á flogvøllinum í Vágum.

Bert tvey flogfør eru lend í dag. Tvey onnur hava verið heilt nær við at lent - ein roynd varð gjørd seinnapartin úr Keypmannahavn og ein úr París í kvøld. Tíverri noyddust flogførini og fólkini umborð at venda nøsini ímóti ávíkvist Keflavík og Stavanger.

Sí eisini: 
Nógv eygu á flogfarinum hjá landsliðnum
Landsliðið strandað í Føroyum tvey samdøgur áðrenn lagnudystin í Skopje

Harvið var einki flogfar til føroyska A-landsliðið við monnum, sum hevur bíðað á Hotel Vágum í fleiri tímar. Nú eru teir farnir til hús.

Tað er ógvuliga ilt at siga, nær man sleppur avstað. Tað snýr seg fyrst og fremst um, nær eitt flogfar lendir í Vágum. Hetta er, sambært yvirlitinum, út ímóti middegi í morgin. 

Dysturin í Skopje er sunnudagin klokkan 18 føroyska tíð. Hann er fullkomiliga avgerandi fyri, um Føroyar koma til HM-endaspælið ella ikki.

Vit hava meira seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder