Skála boðar frá, at í gjárkvøldið komu tveir sáttmálar fyri kappingarárið 2020 uppá pláss.
Seinastu tíðina hevur Hjalti Strømsten vant við á Skála og spælt venjingardystir fyri felagið. 23-ára gamli verjuleikarin, sum eisini kann spæla á sentrala miðvøllinum, hevur spælt 20 dystir í Betrideildini. 14 av teimum vóru í 2018, har hann eisini skoraði eitt mál, og har Hjalti fekk ein dyst í Europa League. Í seinnu hálvu í fjør var hann leigaður út til B68, og talan er um ein leikara, ið hevur nógvar royndir í 1. deild. Nú skal hann royna seg á Skála.
Djóni dugir bæði á hondboltsvøllinum og á fótbóltsvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
20-ára gamli Djóni Jansson Petersen spældi í fjør tíggju dystir fyri Skála í Betrideildini. Hann fekk sín fyrsta dyst og sítt fyrsta mál móti í fremstu røð í 2017. Hann er, eins og Hjalti, hartarbeiðandi, vinstrabeintur og kann spæla í miðverjuni, á vinstra bakki og á verjukenda miðvøllinum. Strandingurin hevur seinastu árini spælt nógv í 1. deild og U21 og spælir eisini fyri besta liðið hjá StÍF.
Tøl: FaroeSoccer
Les eisini: - Her eru nógvir ungir og svangir leikarar á Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald