Fótbóltur

HJK avgjørdi alt fyrstu løtuna

Víkingur megnaði ikki at koma víðari í Champions League hesaferð; ístaðin sleppa føroyameistararnir at spæla í Evropa League.

Í fyrra dystinum á Svangaskarði farnu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrra dystinum á Svangaskarði farnu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-17 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur kom beinanvegin í eitt ódnarveður í Finnlandi, og eins og á Svangaskarði so kostaði tinga byrjanin føroyameistaranum dýrt. HJK Helsinki legði bragdliga fyri, og longu í 1. minutti var 1-0. Tá 20.min vóru leiktir var heimaliðið komið uppá 3-0.

Víkingur svaraði aftur beinanvegin, og eins og á Svangaskarði so var tað Gunnar Vatnhamar, ið sló til. Adeshina Lawal átti uppleggið. Tað var tó 5-2 samanlagt, og uppgerðirn var avgjørd.

Tað hendi ikki nógv meira í dystinum. HJK Helsinki var greitt omaná yvir tveir dystir og fer víðari til 2.undanumfar.

Víkingur kann troysta seg við, at Gunnar Vatnhamar nú er komin uppá heili 3 mál í 6 dystum í Champions League, og at liðið fær minst tveir evropeiskar dystir afturat. Tað verður í Evropa League; móti Sheriff Tiraspol úr Moldova, ella móti Torpedo Kutaisi úr Georgia. Tað liðið ið rýkur út í morgin skal møta víkingunum í 2.undanumfarið í Evropa League. Kutaisi var á heimavølli fyrra dystin, og vann hann 2-1, so alt er opið har.

HJK Helsinki - Víkingur 3-1 (3-1) 5-2 samanlagt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder