Hondbóltur

HM-endaspælið glapp Føroyum av hondum

Eitt mál var munurin samanlagt. Í Skopje í dag var hann tó heili átta mál. Føroyska avrikið var ikki nóg samansett, og har vantar ymiskt í at røkka hægri.

So nær við men ikki nóg mikið. Á degnum var Norðurmakedónia greitt omaná. Partar av dystinum avgreiddi føroyska liðið ikki nóg væl (Mynd: Sverri Egholm)

So nær við men ikki nóg mikið. Á degnum var Norðurmakedónia greitt omaná. Partar av dystinum avgreiddi føroyska liðið ikki nóg væl (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-12 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): - Eitt mál. Tað var ikki størri munur enn so samanlagt. Norðurmakedónia var styrkismett og vit ikki Tí er tað ikki, óvæntað Norðurmaledónia vinnur seg víðari.

Tað er tó eitt vónbrot, tá Føroyar vunnu við heili sjey málum á Hálsi mikukvøldið. Tá kundu okkara vunnið uppaftur meira. Tað er sjálvandi lætt at siga nú, tá bert eitt mál restaði í. Tað, sum føroyingar kundu gera nakað við, var avrikið og spælið í dag - ikki nakað við floglíkindi og onkrar dómaraavgerðir, ið fullu til heimaliðið. Onkrar lítlar slíkar vóru eisini á Hálsi. Tað var tó ógvusligari her í dag ímóti endanum, men tá hevði heimaliðið vunnið seg í støðuna at avgera.

Álopsspælið var til tíðir gott, og Mitrevski í málinum hevði bert fýra bjargingar. Heldur nógvar tekniskar villur/trok vórðu gjørd, og tað sást í fleiri støðum ein óvissa, tá okkara høvdu bóltin í álopinum. Tað gjørdi tað ikki seinast. Gamaní var trýsið øðiligt frá heimaáskoðarunum, men Føroyar áttu at gjørt nóg mikið av málum til at vinna samanlagt.

[object Object]
Norðurmakedónar sluppu at spæla hart og í hinum endanum langt álop (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Okkurt skal betrast í verjupartinum. Føroyar mangla altjóða hædd og tyngd har, og tað sæst aftur í dag. Tað var heldur lætt at skora ímóti okkum í dag. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, og strikuspælið var sum ongantíð varð loyst. Føroysku málverjarnir høvdu samanlagt tíggju bjargingar - seks fleiri enn hjá mótsstøðuliðnum Teir vita tó, at teir eiga nakrar afturat. Serliga var hetta uppá støður, har armurin var uppi, og ein/eingin avlevering eftir.

Norðurmakedónia var á odda við fýra málum í steðginum, og munurin var tann sami í 2. hálvleiki - pluss fýra til heimaliðið sum kann fegnast um HM-pláss.

Føroyar eru í menning sum hondbóltstjóð. Hetta var ikki beinleiðis eitt afturstig, men ein góð áminning um, at nógv skal til. Tað kemur helst ikki ein líka góður HM-møguleiki um tvey ár, men tá er liðið - vónandi - sterkari. 

[object Object]

[object Object]Vónandi fáa Óli Mittún og liðfelagarnir fleiri endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)

Samrøður og meira úr Skopje seinni.

Seinni HM play-off dysturin
Boris Trajkovski leikhøllin, Skopje sunnudagin 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar: 34 - 26 (19-15)

Toppskjútti: Elias Ellefsen á Skipagøtu - 8 mál (5 brotskøst)
Allir málskjúttar og fleiri hagtøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder