Fótbóltur

HM-lutakastið byrjar klokkan 11

Til ber at fylgja við beinleiðis bloggi á Portalinum. Kringvarpið vísir lutakastið.

Jóannes Bjartalíð hevur her skorað móti Armenia í 2-2 javnleikinum á Tórsvølli í oktober. Armenia er eitt av londunum, sum Føroyar ikki kunnu møta, tí at liðini eru í sama styrkisbólki - nummar fýra av fimm (Mynd: Andrei Antal)

Jóannes Bjartalíð hevur her skorað móti Armenia í 2-2 javnleikinum á Tórsvølli í oktober. Armenia er eitt av londunum, sum Føroyar ikki kunnu møta, tí at liðini eru í sama styrkisbólki - nummar fýra av fimm (Mynd: Andrei Antal)

2024-12-13 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er ein spennandi fótbóltsdagur, hóast eingin føroyskur fótbóltsdystur er, tí stutt fyri døgurða verður greitt, hvørjum føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti í undankappingini til HM 2026.

Tað verða seks ella átta kappingardystir næsta ár - fimm ella fýra lið í bólkinum. Tað er ein 50-50 møguleiki fyri at fáa eitt lægri styrkismett lið enn Føroyar við.

Les meira: Føroyar koma í bólk við trimum ella fýra øðrum londum

Verður tað endiliga Ongland hesaferð? Tað er í øllum førum tað, sum fleiri spælarar og flestu fjepparar ynskja. Tað kunnu eisini verða onnur stór og spennandi lond, og so er spurningurin eisini, um lutakastið háttar seg so, at tað verður sannlíkt við fitt av føroyskum stigum. Í seinastu undankapping fingu Føroyar tvey stig í átta dystum.

Alt hetta verða vit klókari uppá seinni í dag. Lutakastið í Sveis byrjar klokkan 11 føroyska tíð. Kringvarpið sendir beinleiðis tá: Í sjónvarpinum og á heimasíðuni

Portalurin hevur ein beinleiðis blogg, sum verður lagdur út nakað fyri klokkan 11. Har verður leinkjan til stroyming løgd, umframt at vit dagføra so hvørt við teksti . Eisini fáa vit onkra viðmerking uppá lutakastið.

------------------------------------------------------------

Her eru styrkisbólkarnir:

Styrkisbólkur 1:
Frakland
Spania
Ongland
Portugal
Niðurlond
Belgia
Italia
Týskland
Kroatia
Sveis
Danmark
Eysturríki

Styrkisbólkur 2:
Ukraina
Svøríki
Turkaland
Wales
Ungarn
Serbia
Pólland
Rumenia
Grikkaland
Slovakia
Kekkia
Noreg

Styrkisbólkur 3:
Skotland
Slovenia
Írland
Albania
Norðurmakedónia
Georgia
Finnland
Ísland *
NorðurÍrland
Montenegro
Bosnia & Hersegovina
Ísrael

Styrkisbólkur 4
Bulgaria
Luksembourg
Hvítarussland
Kosovo
Armenia
Kasakstan
Aserbadjan
Estland
Kýpros
Føroyar
Lettland
Litava

Styrkisbólkur 5 **
Moldova
Malta
Andorra
Gibraltar
Liktinstein
San Marino

* Kann ikki enda í sama bólk sum Føroyar
** Seks bólkar verða við liðum úr hesum styrkisbólkinum - annars verða liðini úr styrkisbólki 4 lægst styrkismett í sínum bólki

Í undankappingini spæla øll liðini heima og úti móti hvørjum øðrum. Eitt'ararnir fara beinleiðis til HM-endaspælið, meðan tvey'ararnir skulu spæla play-off.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder