Hondbóltur

Høgni og Andrias nú elitudómarar

Hetta merkir, at Høgni og Andrias Fríðuson Gaard koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild.

2024-06-12 12:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild.

Elitudómarar í Danmark eru dómarar, sum døma í liga og í 1. deild og annars eru saman sum bólkur til skeið, testir og samlingar av ymsum slag.

Høgni og Andrias eru báðir lesandi í Keypmannahavn og hava dømt nógv í 2. deild, nakað í fyrstu deild, men eru nú ryktir upp, eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24.

Høgni og Andrias døma eisini altjóða fyri Føroyar, har teir hava verið partur av Young Referees Programme hjá EHF, har teir hava dømt altjóða kappingar í Svøríki, Montenegro og Ungarn seinastu trý árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder