Hondbóltur

HØJ tryggjað sær vong í heimsflokki

Hampus Wanne verður í summar liðfelagi við Paula Jacobsen í Ølstykke. 31-ára gamli sviin kemur úr Barcelona - um so HØJ flytir upp í bestu deildina ella ikki.

Hampus Wanne í Final Four í Champions League, sum vinstri vongurin hevur verið við í seinastu árini. Skjótt skal hann spæla í donskum hondbólti - mest sannlíkt við einum uppflytara (Mynd: EPA)

Hampus Wanne í Final Four í Champions League, sum vinstri vongurin hevur verið við í seinastu árini. Skjótt skal hann spæla í donskum hondbólti - mest sannlíkt við einum uppflytara (Mynd: EPA)

2025-02-07 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki bert einhvør verkætlan, sum Pauli Jacobsen og Marita Mortensen eru partur av í Ølstykke/Jyllinge.

Fyrr í vikuni kunngjørdi HØJ Elite, at ein av profilunum hjá København Håndbold úr bestu kvinnudeildini skiftir til núverandi oddaliðið í næstbestu deildini í summar. Emma Navne er liðfelagið hjá Pernille Brandenborg og liðnum, sum í løtuni er á 6. plássi í fremstu deildini.

Marita Mortensen er partur av liðnum, sum hetta kappingarárið hevur skúgvað so at siga alla mótstøðu til viks. HØJ er greitt oddalið í 1. Division eftir 14 umfør og liggur harvið til at flyta upp í Kvindeligaen.

[object Object]
Marita Mortensen undir venjing undir EM-endaspælinum í Basel (Mynd: Sverri Egholm)

Tað ger mansliðið hjá felagnum, sum hevur heimstað nakað vestanfyri Stórkeypmannahavn, sanniliga eisini. Tað tykist so at siga bert vera Aarhus Håndbold, við Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh á liðnum, ið kann bjóða av.

Støðan í 1. Division hjá monnum

Pauli Jacobsen er annar av málverjunum hjá HØJ, og hevur hann staðið nógvar góðar dystir fyri oddaliðið í kappingarárinum. Síðani føroyski landsliðsmálverjin kom til felagið á sumri 2023, eru fleiri spælarar komnir beinleiðis úr Bundesliguni; millum annað Emil Mellegård og Linus Arnesson við royndum frá svenska landsliðnum og sjálvur Hans Lindberg.

Í summar fer fyrrnevndi Mellegård - evropameistari frá 2022 - víðari. Franska stórfelagið PSG hevur keypt hann. Ístaðin hevur HØJ keypt inn úr Barcelona og tiltuskað sær mannin, sum vanliga verður valdur frammum Mellegård á svenska landsliðnum.

Tað er fyrsta valið á plássinum sum vinstri vongur á landsliðnum, sum talan er um: Hampus Wanne hevur vunnið EM við Svøríki, eina rúgvu av heitum í Týsklandi, verið ársins hondbóltsspælari í Svøríki og á fleiri All-star liðum í stórum kappingum.

- At vit fáa ein spælara sum Hamups Wanne - við teimum dygdunum - til HØJ Elite er eitt risa kvett (scoop) fyri okkum. Í nógv ár hevur hann verið ein av teimum allarbestu í heiminum á sínum plássi, staðfestir Jesper Fredin, høvuðsvenjari hjá HØJ, í sambandi við skiftið, sum hevur vakt stóran ans í serliga Danmark og Svøríki.

[object Object]
Hampus Wanne til HM-endaspælið herfyri. Hann sær stórt í vertkætlanini hjá HØJ (Mynd: EPA)

Frá Flensburg-Handewitt til Barcelona er ikki óvæntað skifti, men harfrá víðari til HØJ, tá man framvegis er í ógvuliga góðum hondbóltsaldri og serliga sum vongur, ljóðar heldur løgið. Hampus Wanne heldur kortini, at HØJ og hann hóska ógvuliga væl saman. 

Ætlanin er helst ikki, at Wanne skal spæla í næstbestu donsku deildini eftir summarsteðgin. Annars verður hann besti spælari í hesari deildini. Hetta fær Hampus Wanne tó als ikki stýrt. 31-ára gamli sviin skal gera kappingarárið liðugt við Champions League-vinnarunum, og í millum annað Champions League, meðan Pauli Jacobsen skulu royna at gera arbeiðið liðugt, í mun til at flyta upp í Danmark.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder