Hondbóltur

Hondbóltsfelagið Tjaldur fína vitjan

Sunnudagin vitjaðu tíggju A-landsliðsspælarar Hondbóltsfelagið Tjaldur og høvdu venjing við teimum ungu.

(Mynd: Tjaldur)

(Mynd: Tjaldur)

2024-07-09 18:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sunnudagin á eystanstevnu fekk Tjaldur vitjan av 10 a-landsliðsspælarum. Hesir høvdu venjingar við 60 tjaldurspælarum.

Genturnar løgdu fyri klokkan 14, tá Lív og Vár Zachariasen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív S. Poulsen og Súna Krossteig Hansen stóðu fyri venjingini. Eftir at tað varna var farið av gentunum, drivu tær á í hálvan annan tíma. 

[object Object](Mynd: Tjaldur)

Tá stóðu dreingirnir fyri tørni. Teir fimm, Bjarni í Selvindi, Kjartan Johansen, Rói á Skipagøtu, Pauli Jacobsen og Allan Norðberg, sum allir júst eru heimkomnir eftir at hava leikt tveir landsdystir móti Japan í Japan, tóku sær av venjingini. Spentir og hugagóðir koyrdu dreingirnir á, so sveittin dreiv av teimum.

[object Object](Mynd: Tjaldur)

Eftir venjingarnar vórðu myndir tiknar og landsliðsleikararnir skrivaðu autografar, meðan foreldur fingu sær kaffi.

- Tá tiltakið var liðugt, segði ein genta, at hon elskaði at spæla hondbólt. Og ein 7 ára gamal drongur, sum ongantíð hevði roynt at spæla hondbólt áður, staðfesti, at hann fór í hvussu so er at ganga til hondbólt. Fantastiskt, siga tey í hondbóltsfelagnum Tjaldur.

[object Object](Mynd: Tjaldur)

[object Object](Mynd: Tjaldur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder