Hálvfinalurnar í EM-endaspælinum hjá monnum eru á skránni í kvøld, og lagt er upp til tvey ógvuliga áhugaverd hondbóltsbrak í Köln.
EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 26.01 - Köln
16.45: Frakland - Svøríki
19.30: Týskland - Danmark
Dystirnir kunnu millum annað síggjast á danska TV2/TV2 Sport og TV2 Play.
Les eisini: Hvíla seg nú til hálvfinalurnar
Í seinnu hálvu av 2010'unum tók Frakland veruliga yvir sum stórveldi í manshondbólti. Títt var millum gullheiðursmerkini hjá Claude Onesta og hansara "serfrøðingum". HM nummar tvey var longu komið í hús á heimavølli í 2001, tá Frakland koppaði svensku "Bengan Boys" í finaluni. Svenska valdstíðin - við Bengt Johansson á odda og so at siga "tryggum" finaluplássi í hvørjum endaspæli - var tá við at koma at enda.
Liknandi støða var, tá Frakland hálaði HM-gull heim á heimavølli í 2017. Tað var níggjunda gull heiðursmerki síðani 2006. Landið hevur framvegis kappast millum tey fremstu á manssíðuni, men nú hava tað verið samanlagt seks EM- og HM-endaspøl á rað uttan franskt gull. Hetta er nógv, í mun til hvussu tað annars hevur gingið fyrr í øldini. Eitt OL-gull í 2021 er tó meira enn eitt plástur á sárið.
Frakland var í HM-finaluni í fjør og bjóðaði Danmark av. Tá var tað eydnast at basa svensku vertunum í hálvfinaluni í Stokkhólmi. Svøríki var tó stóru stjørnuna Jim Gottfridsson fyriuttan. Spælskiparin úr Skåne var skaddur tá - tað var hann ikki í 2022 (EM-hálvfinaluni) og 2021 (HM-hálvfinaluni), tá sviar vóru sterkari í hálvfinaludystunum landanna millum. Svøríki vann EM-heitið frá Spania fyri tveimum árum síðani. Evropameistararnir eru undirtippaðir í kvøld, nú teir hava okkurt at løna Fraklandi - einasta ósigraða liðnum í EM - aftur.
Hálvfinalur millum Svøríki og Frakland seinastu trý endaspølini
HM 2021: Svøríki - Frakland 32-26 (Danmark vann finaluna)
EM 2022: Svøríki - Frakland 34-23 (Svøríki vann finaluna)
HM 2023: Frakland - Svøríki 31-26 (Danmark vann finaluna)
Jim Gottfridsson er stóri stýrimaðurin á svenska liðnum. Glenn Solberg letur 31-ára gamla "Skåne-spælskiparan" stýra flestu leikbráum - hann hevur verið við til at stjórna tveir hálvfinalusigrar á Fraklandi seinastu trý árini. Á heimavølli í fjør manglaði hann vegna skaða (Mynd: EPA)
Fyri Danmark snýr tað seg um at royna at vinna sítt fyrsta EM-endaspæl í tólv ár. Í mun til stóra sjónarhornið, so kunnu danir eisini staðfesta sína støðu sum ráðandi manshondbóltslandsliðið í hesari tíðini. Nikolaj Jaokbsen tók við í 2017 og undir honum hevur Danmark vunnið trý heimsmeistaraheitið á rað - hetta er søguligt.
Spania vann EM í 2020, Frakland vann OL árið eftir og Svøríki vann sum nevnt EM í 2022. Um evropameistaraheitið kemur til Danmarkar hesaferð, so hevur liðið hjá Nikolaj Jakobsen vunnið yvir helmingin av teimum seinastu sjey stóru kappingunum á manssíðuni. Í so fall er tað eitt stórveldi, sum kann sammetast við svensku Bengan Boys um aldarskiftið og fronsku serfrøðingarnar fyrr í hesari øldini.
Fyrst snýr tað seg um at koma framvið Týsklandi, sum ikki er eins sterk sum fyrr í øldini. Danmark er stórfavorittur til hálvfinaluna, men Týskland hevur heimavøllin, "Andy" Wolff í málinum og ein sterkan verjupart. Hetta kann geva Gidsel og hinum stjørnunum nógv høvuðbrýggj.
Nikolaj Jaokbsen hevur trý heimsmeistaraheiti men framvegis sítt fyrsta EM-gull til góðar (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald