
Í døgunum 9. til 14. oktober verður nógvur landsliðsfótbóltur á heimavølli.
Hósdagin 9. oktober klokkan 19:45 tekur manslandsliðið ímóti Montenegro á Tórsvølli, og sunnudagin 12. oktober klokkan 17 kemur Kekkia á vitjan. Føroyingar fara eftir triðja plássinum í bólkinum og stigametinum.
Sí eisini:
Føroyar eru á løtuni í 3. plássi í bólkinum
Eyðun Klakstein: - Nú fara vit eftir sigrinum
Eisini U21 landsliðið, ið hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á verandi EM undankapping, skal á vøllin aftur í næstum.
Fríggjadagin 10. oktobur klokkan 17:00 taka okkara U21 dreingir ímóti Frankaríki á Djúpumýru í Klaksvík, og týsdagin 14. oktobur klokkan 18:00 spæla Føroyar og Sveis á Tórsvølli. Føroyingar hava fult stigatal undan dystunum.
Sí eisini: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli í morgin, mánadagin 29. september klokkan 10. Á tíðindafundinum fara Ólavur Mikkelsen og Eyðun Klakstein at kunngera hóparnar til komandi EM og HM uppgávur.
Tað er serliga stórur spenningur um, hvussu A-landsliðið verður samansett nú uppaftur meira er at velja í hjá Eyðuni Klakstein og toymi. Listin hjá Ólavi Mikkelsen fer helst at síggja so at siga eins út sum seinast.
FM1 sendir beinleiðis frá úttøkuni.
Atgongumerki til A-landsdystirnar fáast til keyps í nethandilinum hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald