Hondbóltur

Hoyvíkingar taptu við seks málum

H71 tapti 27-21 í fyrra dystinum móti serbiska RK Partizan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-04 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71 menn leiktu í kvøld fyrra dystin móti serbiska RK Partizan í European Cup, og taptu 27-21.

Báðir dystirnir verða leiktir í Beograd í Serbia, og tann seinni verður leiktur sunnudagin klokkan 17 okkara tíð.

Tað er heimaliðið RK Partizan, sum eru favorittur at vinna uppgerðina, og tað vístu serbar eisini í fyrsta dystinum, sum H71 tapti við seks málum.

Hoyvíkingar vóru væl við frá byrjan, og tá 22 minuttir vóru leiktir var støðan 10-9 til H71. Men sum frá leið dragnaði H71, og støðan í hálvleikinum var 14-11.

Toppskjútti gjørdist Rói Ellefsen á Skipagøtu við átta málum.

Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. 

H71 - RK Partizan 21-27 (11-14)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder