
Í gjárkvøldið spældu Spania og Portugal seg víðari eftir truplar uppgávur og dystir, ið gjørdist dramatiskir. Nú eru næstu bólkarnir á skránni, og tað kann gerast sera tætt; serliga í bólki D. Dagurin kann gerast serliga áhugaverdir fyri nógv her á landið, tí at tað eru bólkarnir har Danmark og Íslandi luttaka, ið skulu avgerast.
Bæði í bólkinum hjá Danmark og Íslandi er eitt lið longur víðari. Fraklandi hevur fult stigatal í bólki C, og Kroatia hevur seks stig fyri tveir dystir í bólki D. Munurin er, at Kroatia hevur verið sera sannførandi, meðan Frakland hevur vunnið teprar sigrar á Avstralia og Peru, uttan at spæla serliga væl.
Danmark er tryggjað víðari luttøku við einum javnleiki, og sjálvt um Danmark tapir, so skal Avstralia vinna á Peru, fyri at tað skal gerast heilt spennandi. Í so fall spælir málmunurin inn.
Ísland skal vinna á Kroatia, fyri at hava møguleika at koma víðari. Úrslitið í hinum dystinum hevur eisini ávirkan; um Nigeria vinnur, er afrikanska liðið víðari, um tað endar javnleikur, skal Ísland vinna við tveimum málum, og um Argentina vinnur, so kann sigurin hjá Messi og co. ikki verða ov stórur.
Alt er uppá spæl í dag, og vit fylgja sjálvandi við. Dystirnir kunnu síggjast hjá KVF og á DR1/DR 3
Bólkur C:
Kl.15.00:
Avstralia - Peru
Danmark - Frakland
Frakland 6 (+2)
Danmark 4 (+1)
Avstralia 1 (-1)
Peru 0 (-2)
Bólkur D:
Kl.19.00:
Ísland - Kroatia
Nigeria - Argentina
Kroatia 6 (+5)
Nigeria 3 (0)
Ísland 1 (-2)
Argentina 1 (-3)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald