Fótbóltur

ÍF hevur gjørt sáttmála við dana úr kendari fótbóltsfamilju

27-ára gamli miðvallarin Ruben er sonur Tommy Møller Nielsen og abbasonur Richard Møller Nielsen. Hann hevur vant og spælt venjingardystir við uppflytarunum í seinastuni.

Ruben Møller Nielsen saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah. Tommy hevur, umframt at hava spælt í Danmark, roynt seg í Kekkia og USA (Mynd: ÍF)

Ruben Møller Nielsen saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah. Tommy hevur, umframt at hava spælt í Danmark, roynt seg í Kekkia og USA (Mynd: ÍF)

2023-02-07 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF hevur tørv á styrki til tilveruna í Betrideildina, og í seinastuni er ymiskt komið uppá pláss, ella er á veg at koma uppá pláss í Fuglafirði.

Verjukendi argentin Elvio Glemini skrivaði síðst í januar undir sáttmála við felagið, Jan Ellingsgaard hevur vant við í seinastuni, og tað hevur Dánjal á Lakjuni eisini. Dánjal var við til sín fyrsta venjingardyst leygardagin - har hann eisini skoraði - tá ÍF vann 2-0 í Sandavági.

Ruben Møller Nielsen var eisini ein av spælarunum á ÍF-liðunum. Danski miðvallarin hevur í seinastuni vant við í Fløtugerði, hann spældi í Klaksvík mikudagin, og sunnudagin kunngjørdi ÍF, at sáttmáli var gjørdur við Ruben.

Ruben er 27 ára gamal, og er ættaður úr Odense. Hann hevur áður leikt við feløgum í lægri deildum og ungdómsdeildum í Danmark, í USA, og so spældi hann í 2021 tríggjar dystir í næstbestu deildini í Kekkia.

ÍF skrivar, at nýggi spælarin røkir ymisk pláss á miðvøllinum; bæði sentralt og úti á kantunum.

Ruben Møller Nielsen kemur, sum eftirnavnið vísir á, frá ógvuliga kendari fótbóltsfamilju á Fjóni.  Pápin, Tommy Møller Nielsen, er "skóti" (talentspejder) hjá ongum minni enn Manchester United. Hann hevur áður verið millum annað  venjari hjá Viborg, hjálparvenjari hjá Glasgow Rangers og Aberdeen, men byrjaði hann sína venjaraleið í vaksnamannafótbólti í Miðvági hjá MB í 1992.

Hetta var sama ár sum pápi Tommy stóð á odda fyri størsta bragdinum í donsku fótbóltssøguni. Richard Møller Nielsen var venjari hjá Danmark í EM-endaspælinum í Svøríki, og danir - sum komu við eftir krígsforfalli hjá Jugoslavia - komu heim aftur við gullinum.

Í 2023 skal abbasonur Richard Møller Nielsen, sála, royna seg sum fótbóltsspælara í Fuglafirði og aðrastaðni í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder