- Vit kunnu gleðiliga kunngera, at vit í farnu viku hava undirskrivað 2 ára sáttmála við nýggjan venjara, ið skal standa á odda fyri okkara fremsta mansliði. Talan er um danan Kristoffer Kvistgaard. Kristoffer er 34 ára gamal, og hevur drúgvar royndir sum venjari, hetta á ymiskum stigi. Kristoffer hevur UEFA A-prógv og er útbúgvin “fodboldscout”.
Soleiðis avdúkar ÍF nýggja høvuðsvenjaran hjá besta mansliðnum. Danin kemur úr KÍ, har hann seinastu tvey árini hevur verið akademivenjari. Hann byrjaði hetta kappingarárið sum høvuðsvenjari hjá kvinnum, men miðskeiðis í kappingárinum fór Kristoffer Kvistgaard yvir í venjaratoymi hjá besta mansliðnum. Hann hevur áður eisini verið høvuðsungdómsvenjari í MB, umframt starvast í donskum fótbólt.
Sum venjara lýsir hann seg at hava styrkir innan taktiska fatan og evni til at tillaga strategi og spælistíl útfrá dystargongdum. Hann hevur fokus á einstaklingamenning og gongur høgt uppí at røkja førleikar
hjá evnaríkum leikarum. Harumframt leggur hann dent á at skapa eitt jaligt og eggjandi umhvørvi liðnum og toyminum at frama.
Júst tað við menning av ungum spælarum - einstaklinga/førleikamenning - er nakað, sum ÍF fer at raðfesta høgt nú, ger felagið greitt í skrivinum.
- Sum formaðurin segði, tá hann flutti fram røðu til ársveitsluna í oktobur, so vilja vit í felagnum seta fokus á at menna egið tilfar. Vit noyðast sum felag at gerast langtíðarhaldbart. Vit mugu gera langtíðarætlanir og vit mugu seta øll segl inn uppá at fáa sum mest burturúr egnum tilfari. Tað er skylda okkara at menna leikarar, sum vaksa upp í ÍF.
- Tí fara vit nú í eina tilgongd at byggja upp, og at førleikamenna hvønn einstakan leikara á tí støði, hann er á. Í framhaldi av hesum skal tí okkara nýggi venjari, umframt at taka sær av okkara flaggskipið, hava úrvalsvenjingar í yngri deildum, har fokus verður á førleikamenning, soleiðis at leikarar gerast búnir til
fótbólt á hægsta støði.
Partur av hesum er, at felagið ynskir at fara undir regluligar morgunvenjingar, og kemur Kristoffer eisini at taka sær av hesi uppgávu.
ÍF flutti í ár niður úr bestu mansdeildini - fyri triðju ferð seinastu átta árini - við bert sjey stigum. Liðið segði Aleksandar Jovevic upp tíðliga á árinum, síðani kom Jákup Martin Joensen inn, men hann gavst sjálvur í summar, áðrenn Ólavur Larsen tók við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald