Fótbóltur

ÍF skal bjóða av aftur í bestu deildini

Uppflytararnir vitja í Sørvági í 1. umfari. 07 Vestur hevur nú fingið støðufesti í Betrideildini, og nýggir spennandi spælarar skulu royna at gera mun fyri liðið hjá Michael Schjønberg.

Liðformaðurin Karl Løkin og Hans Jákup Lervig (nr.12) eru tveir av royndu spælarunum hjá ÍF, sum skulu vera við at bera liðið í tí, sum helst verður eitt botnstríð í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

Liðformaðurin Karl Løkin og Hans Jákup Lervig (nr.12) eru tveir av royndu spælarunum hjá ÍF, sum skulu vera við at bera liðið í tí, sum helst verður eitt botnstríð í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-04 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

133 dagar. So langt síðani er tað, at bólturin í Betrideildini rullaði. Nú er bíðitíðin heilt skjótt av: Tað eru bert nakrir tímar, til Rúni Gaardbo bríkslar í gongd fyri fyrstu ferð í Sørvági.

07 Vestur fer í gongd við triðja árið á rað í Betrideildini, meðan ÍF vendir aftur eftir eitt ár í næstbestu deildini. 

- 07 Vestur hevur stabilisera seg í deildini og hevur ein góðan hóp. Vit hava virðing fyri teimum, og teir mugu metast sum favorittar, men vit fara har og trúgva avgjørt uppá at fáa stig. 

Soleiðis segði høvuðsvenjarin hjá ÍF, Aleksandar Jovevic, við Portalin í gjár, har serbin, sum hevur verið í Føroyum í tjúgu ár og næstan líka leingi í Fuglafirði, eisini setti orð á støðuna hjá uppflytarunum áðrenn kappingarbyrjan. Tað verður spátt, at tað verður ógvuliga trupult hjá liðnum, sum vann 1. deild í fjør.

Les meira: Alex Jovevic: -Byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør

ÍF hevur fingið málverjan Jákup Nolsøe aftur av Skála, verjukendi Elvio Gelmini er komin aftur - argentinin hevði heimavøll í Fuglafirði í fyrru hálvu í fjør - landsmaðurin Gonzalo Zárate er komin úr Kosovo, og kolumbianski áleyparin Jhon Mena er komin úr Norðurmakedónia. Ivamál hevur verið um loyvini hjá teimum trimum suðuramerikansku spælarunum fóru at koma uppá pláss, men sum skilst spæla teir helst í dag. Danin Ruben Møller Nielsen er eisini komin til felagið, men hann hevur trupulleikar við knænum.

[object Object]Hópurin hjá ÍF 2023 (Mynd: Ítróttarfelag Fuglafjarðar)

Ein útlendskur spælari, sum áður hevur gjørt tað væl fyri ÍF, er Uros Stojanov. Eftir sølu til B36 og ein stuttan støðg á Skála er serbin nú í 07 Vestur.

- Tað gekk ikki long tíð frá Michael Schjønberg setti seg í samband við meg, fyrrenn ein avtala kom í lag, og eg eri ógvuliga fegin fyri at vera her. Fyrst av øllum skulu vit royna at fáa fleiri stig, enn liðið hevði síðsta ár (29, red.). Eftir hetta kunnu vit seta okkum hægri mál

33-ára gamli áleyparin dylir heldur ikki fyri, at tað verður serligt at spæla móti júst ÍF aftur í dag 

- Sjálvandi vera tað summar kenslur áðrenn dystin, men eftir fyrsta bríksl so er bert fokus á dystin, og so verður einki hugsað um tað. ÍF fer tó altíð at vera eitt serligt felag fyri meg. Eg hevði eitt sera gott kappingarár har í 2020 við Hans Jørgeni Djurhuus og Ólavi Larsen sum venjarum, har eg eisini gjørdist toppskjútti og kom á ársins lið. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, men nú spæli eg fyri 07 Vestur, og leygardagin fari eg at geva alt fyri at vera við til at tryggja 07 Vestur sigurin.

[object Object]
Uros Stojanov í dysti fyri ÍF í 2020, tá ÍF endaði á 6. plássi. Uros skoraði 17 mál og gjørdist toppskjútti í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nú skal hann royna at byrja at skjóta mál fyri 07 Vestur

Les eisini: 
Uros: - Fótbólturin í Føroyum lyftir seg í støði fyri hvørt ár

Hinir báðir spælararnir, sum 07 Vestur hevur fingið inn, eru havnarmenn. 21-ára gamli Jóhann Hansson Joensen spældi fyri EB/Streym í fjør og spældi allar 27 dystirnir. Vongurin skal í ein mun avloysa Ronni Møller-Iversen, sum er farin til Danmarkar.

Magnus Holm Jacobsen hevur síðani 2017 spælt yvir 100 Betrideildar-dystir fyri B36, umframt 17 í Evropa. Ágangandi og tekniskt sterki miðvallarin hevur eisini tvey steypagull á vegginum, og Magnus hevur spælt eina rúgvu av U-landsdystum og ein A-landsdyst.

Nú skulu teir royna at styrkja liðið hjá Michael Schjønberg. Navnframi danin er elsti venjari í Betrideildini og stendur á odda í Sørvági annað árið á rað, har byggjast skal uppá. Í fyrstu royndini er kravið á pappírinum trý stig móti uppflytarunum.

[object Object]
Tíðin hjá Magnus Holm Jacobsen í B36 hevði runnið sítt skeið. Eftir at samstarvið varð slitið fyri nøkrum vikum síðani, vóru teir í 07 Vestur til reiðar (Mynd: Sverri Egholm)

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Í dag, leygardagin 04.03

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

Portalurin fer at fylgja Betrideildini tætt í 2023. Vit verða til dystin í Sørvági í dag og hava myndir, tekst, støðudagføringar (livescore) og videosamrøður.

Televarpið sendir eisini dystin, og FM 1 hevur beinleiðis frásøgn.

[object Object]

Soleiðis sær livescore á Portalinum út. Hetta er í samstarvi við dystir.fo. Til ber at klikkja seg inn á dystirnar fyri meira smálutir, men málini koma skjótt inn sum vanligt á forsíðu okkara (Skíggjamynd - portal.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder