Tað er mangan heldur torført at spæla fótbólt, tá liðið er út á heystið í Føroyum, og nú næstseinasta umfar er á skránni, og avgerandi dystir skulu spælast, er neyðugt at útseta ein dyst.
Portalurin hevur frætt, at B68 - EB/Streymur fyribils er fluttur til klokkan 18.
Manningarnar møttu á Svangaskarði, men har varð fyri lítlari løtu síðani staðfest, at tað ikki er spælandi fyri vindi í løtuni. Hetta vóru allir partar samdir í.
Tað sær tó betri út til seinni, og vóna verður at man fær avgreitt dystin í kvøld.
Tað var eisini ringt veður, tá júst Skála og B68 spældu á Svangaskarði í síðsta umfari. Tá varð tó spælandi (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini: EB/Streymur hevur vunnið fimm av teimum seinastu sjey
B68 er í hørðum niðurflytingarstríði við Skála. Eitt stig skilur liðini. Tað er betri veður hinumegin fjørðin, og Skála - NSÍ byrjar klokkan 15.00.
Hetta vátta Skála og FSF.
Í hesum føri verður hugt burtur frá, at dystirnir skulu byrja samstundis - sum man annars ger seinastu umførini. Hetta tí at avgerðin á Svangaskarði er tikin so mikið seint, og tí tað er púra greitt, at tað skilabest at útseta.
Á Skála er tó sum útgangspunkt, og í mun til veður, eingin forðing fryi at byjar nú klokkan 15. Harvið kann Skála økja um munin, áðrenn B68 fer á vøllin.
26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
KÍ - B36
07 Vestur - ÍF
HB - Víkingur
Skála - NSÍ
(18.00): B68 - EB/Streymur
Allir dystirnir skuldu byrja klokkan 15.00 - vit hava ikki frætt um, at aðrir dystir eru útsettir.
Sum skilst er tað nú endaligt, at bríkslað verður í gongd á Toftum klokkan 18.00
Støðan í Betrideildini undan næststseinasta umfari:
1. Vìkingur 69 stig (+69)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 25 stig
8. Skála 19 stig
---------------------
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig *
*Er flutt niður
Dagført: 14.48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald