Fótbóltur

EB/Streymur hevur vunnið fimm av teimum seinastu sjey

Og NSÍ kann tryggja 4. plássið í dag: Tað verður als ikki lætt hjá B68 og Skála at fáa týðandi stig í dag. 9. plássið sær ikki út til at geva upp- og niðurflytingardyst.

B68 og Skála stríðast ein haraðn dyst fyri at halda sær upp. Tey fáa vitjan av ávikavist EB/Streymi og NSÍ í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B68 og Skála stríðast ein haraðn dyst fyri at halda sær upp. Tey fáa vitjan av ávikavist EB/Streymi og NSÍ í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-20 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini í 1. deild í gjár háttaðu sær ikki væl fyri B68 og Skála. Eykamøguleikin fyri at halda sær í Betrideildini, um man endar nummar níggju, so gott sum reyk.

Nú skal B36 vinna á útivølli móti Víkingi í síðsta umfari í næstbestu deildini, samstundis sum TB ikki vinnur í Hoyvík, og B71 ikki vinnur í Klaksvík, um upp-og niðurflytingardystir skal gerast veruleiki.

Sí eisini: Víkingur hevur vunnið 1. deild - FC Suðuroy flytir upp

Á Svangaskarði og á Skála vita teir tó væl, at man bert skal hugsavna seg u egnar uppgávur: Tað er tað einasta, ið man fær gjørt nakað við.

Í dag snýr tað seg um at royna at fáa trý stig á heimavølli. EB/Streymur vitjar B68, og Skála spælir kommunuuppgerð móti NSÍ.

Um Skála vinnur, og B68 tapir, so er avgjørt: So noyðist B68 eftir øllum at døma tungu leiðina niður í 1. deild.

Støðan í Betrideildini undan næststseinasta umfari:
1. Vìkingur 69 stig (+69)
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 55 stig 
4. NSÍ 41 stig
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig
7. EB/Streymur 25 stig
8. Skála 19 stig
---------------------
9. B68 18 stig
10. ÍF 7 stig *

*Er flutt niður

Um hugt verður eftir mótsstøðuliðnum hjá kappingarneytunum í botninum, so liggur NSÍ hægri á stigatalvuni, men EB/Streymur er í betri stima. Liðið hjá Sigfríða Clementsen hevur vunnið fimm av teimum seinastu sjey dystunum og er púra tryggjað - ein av hesum sigrunum var 4-1 móti NSÍ í Streymnesi. EB/Streymur hevur einki at spæla fyri men kemur til Svangaskarð við høgum sjálvsáliti.

B68 og Skála hava ikki so nógvar sigrar í ár. Skála hevur verið væl við í dystunum móti NSÍ men hevur tapt báðar. Nú er Kristian Joensen aftur hjá NSÍ, sum endaliga kann staðfesta 4. plássi seinnapartin.

Eitt stig skilir Skála og B68. Liðini tóku ikki av møguleikan at gera hol í sjógvin, tá tey hittust í nógva vindinum á Svangaskarði beint áðrenn landsliðssteðgin.

Sí eisini: Óbroytt støða í stríðnum um 8. plássið

Video: - Var mest umráðandi ikki at tapa á Svangaskarði

Tað kann gerast ein gysari seinasta umfar - tá B68 skal uppum ella rundanum heyggjarnar til Runavíkar, og Skála skal spæla móti B36. Stríðið um 8. pláss og 4. pláss verður avgjørt í dag ella leygardagin. 

HER ber til til at lesa meira um FM-støðuna. Dysturin í Sørvági í dag hevur einki at siga á pappírinum.

26. og næstseinasta umfar í Betrideildini
Sunnudagin 20. okotber
KÍ - B36
07 Vestur - ÍF
Skála - NSÍ
B68 - EB/Streymur
HB - Víkingur 

Allir dystirnir byrja klokkan 15.00


*Er flutt niður

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á forsíðu okkara, portal.fo. Televarpið vísir allar dystirnar. Allir dystirnir byrja klokkan 15.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder