Hondbóltur

Víkingur hevur vunnið 1. deild - FC Suðuroy flytir upp

Stórur dagur í sunnaru hálvu av Suðuroynni: Í 2025 skal liðið spæla í Betrideildini fyri fyrstu ferð í tíggju ár. TB kann nú tryggja sær uppflytinga við sigri á seinasta degi.

Javnleikur á Argjum, umframt javnleikur hjá B36 á Hoyvík, vóru nóg mikið ti lat tryggja FC Suðuroy aðru uppflytingina uppá tvey ár (Mynd: FC Suðuroy)

Javnleikur á Argjum, umframt javnleikur hjá B36 á Hoyvík, vóru nóg mikið ti lat tryggja FC Suðuroy aðru uppflytingina uppá tvey ár (Mynd: FC Suðuroy)

2024-10-19 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasta umfari í næstbestu mansdeildini varð spælt seint seinnapartin, og har fullu ymiskir brikkar uppá pláss.

Víkingur vann 4-2 við Løkin og hevur nú vunnið deildina. Flott av unga liðnum - í dag gjørdu aftur fleiri ungir mans vart við seg. Víkingur vann eisini næstbestu deildina í 2020. Tá var Jóhan Petur Poulsen venjari. Nú verður tað tvífalt gull til menninar í Sarpugerði

Sí meira um dystin HER

[object Object]
Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur gjørt bart í ár. Í dag komu trý mál av fýra málum frá spælarum, sum eru 18 ár ella yngri (Mynd: Víkingur)

Sí eisini: Víkingur fyri triðju ferð uppá níggju ár

Sí eisini: Fríði: - Bólturin endadi í netinum og so rann eg bara yvir at fegnast

Fagnaður verður eisini í Vági, í Sumba og í bygdunum í økinum. FC Suðuroy spældi í oktober 2023 í triðbestu deildini - næsta ár verður felagið umboðað fyri seg sjálvt í Betrideildini fyri fyrstu ferð síðani 2015. Stórt avrik hjá Pól Thorsteinsson og hansara monnum. Tað endaði 0-0 á Argjum í dag; AB noyðist at halda fram í 1. deild.

TB fer møguliga at taka túrin við grannunum. Av tí at B36 spældi javnleik í Hoyvik, og TB greiddi sína skyldu móti KÍ, er TB nú á 3. plássinum. Av tí at Víkingur endar nummar eitt, er hetta nóg mikið til beinleiðis uppflyting. Nú bendir heilt lítið á ein upp- og niðurflytingardyst. Um TB vinnur á niðurflutta FC Hoyvík fríggjakvøldið, so kemur liðið upp í Betrideildina aftur. Avgerðandi dysturin verður í Hoyvík.

Sí meira um dystin her

Á Sandi royna teir at vera til reiðar, um TB ikki fær fult í seinasta umfari. B71 vann í dag heili 7-0 á HB. Um B71 fær fleiri stig enn TB í 27. umfari, so burdi tað verið nóg mikið hjá sandoyingum. B71 vitjar í Klaksvík fríggjadagin.

Úrsltiini í 26. umfari:

[object Object]
Skíggjmynd: portal.fo


Støðan eftir næstseinasta umfar: 
1. Víkingur 51 stig *
2. FC Suðuroy 45 stig **
3. TB 42 stig
-------------------------
4. B71 41 stig
5. B36 41 stig
6. AB 37 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
---------------------------
9. FC Hoyvík 20 stig ***
10. HB 12 stig ***

* Vinnari 
** Er flutt upp
*** Er flutt niður

27. og seinasta umfar - fríggjadagin:

27
25-10-2024 kl. 16:15

-

27
25-10-2024 kl. 16:15

-

27
25-10-2024 kl. 16:15

-

27
25-10-2024 kl. 16:15

-

27
25-10-2024 kl. 16:15

-


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder