- Ein mótsstøðuleikari datt á meg og á fótin, sum so fór eitt sindur skeivt. Slagið var nokso hart. Ein samanumtikin undarlig og óheppin hending.
Ingi Jonhardsson greiðir stutt Portalinum frá, hvat hendi í dystinum móti B36 21. apríl, tá vinstra bakkurin hjá Víkingi noyddist skaddur av vølli í 1. hálvleiki.
22-ára gamli víkingurin hevur verið ógvuliga eyðsýndur serliga seinasta árið, har hann hevur verið fyrstaval á vinstra bakki. Ferð, framfýsni, orka, dirvi og eitt gott vinstra bein eyðkenna nummar 14 hjá Víkingi.
Tos hevur eisini verið um A-landsliðið, men nú er greitt, at Víkingur noyðist at vera Inga fyri fyriuttan í eina tíð.
Hann hevur verið í skannaranum og kann vátta, at talan er um eitt brot.
Ingi Jonhardsson hevur seinastu árini spælt á besta liðnum hjá barndómsfelagnum - serliga seinasta árið hevur kviki vinstrabeinti spælarin gjørt vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er enn ov tíðliga at siga, júst hvussu leingi Ingi skal sita uttanfyri. Hann skal í fyrstu syftu ganga við stilva í fýra vikur. Síðani skal brotið í fótinum vaksa saman, áðrenn uppvenjing spakuliga kann byrja.
Bergur Gregersen, ið var farin til skips, tá Ingi veruliga tók við á vinstra bakki, skal nú røkja plássið á oddaliðnum fast aftur.
Víkingur hevur fleiri skaðar í løtuni. Tað er óvist, heilt hvat støðan hjá Ara Olsen og Aroni Jarnskor Ellingsgaard er - Aron hevur tó trupulleikar við fótinum eisini. Jørgen Nielsen breyt eitt bein í fótinum í uppstartinum, og liðbondini hava darvað Olaf Bárðarson seinastu mánaðirnar. Tað gongur tó framá hjá teimum báðum síðstnenvdu, sum venja meira og meira nú. Andreas Lava Olsen hevur heldur ikki spælt í ár.
Sí eisini: Andrass hevur brotið eitt bein í fótinum
Sí eisini: Jákup fingið eitt brot í beinið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald