Hondbóltur

Ingi Olsen skal venja kvinnurnar og menninar hjá VÍF

Royndi venjarin tekur við hjá mansliðnum eftir Nuno Farelo og heldur fram hjá fremsta kvinnuliðnum í Vestmanna. Bæði liðini skulu royna seg í European Cup.

Ingi Olsen hevur langa leið sum hondbóltsspælari aftanfyri seg. Umframt at venja VÍF, hevur hann áður staðið á odda í Grønlandi og hjá H71-kvinnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ingi Olsen hevur langa leið sum hondbóltsspælari aftanfyri seg. Umframt at venja VÍF, hevur hann áður staðið á odda í Grønlandi og hjá H71-kvinnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-18 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF hevur ikki hugt út um Vestmanna, tá venjarar skuldu setast til fremstu liðini fyri kappingarárið 2024/2025. Ella; felagið hevur í øllum førum valt vestmenningar, ið kenna umstøðurnar væl.

Ingi Olsen hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum tvey tey seinastu árini, og legendan í felagnum heldur fram í tí leiklutinum. Nú er eisini greitt, at Ingi Olsen tekur við sum mansvenjari.

Hann avloysir portugisan Nuno Farelo, sum hevur staðið á odda tvey tey seinastu árini. Í vetur vann liðið steypakappingina, í fjør kom VÍF víðari eina ferð í European Cup, men í hálvfinalunum í Burn-deildini kiksaði hjá favorittunum móti KÍF.

[object Object]
Nuno Farelo heldur ikki fram í Vestmanna. Hann vann grundspælið tvær ferðir, men tað rakk ikki til FM-gull (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarti Hansen og Johnny Jensen vera hjálparvenjarar hjá Inga hjá ávíkavist monnum og kvinnum.

Menninir skulu nú royna eftir greipuni, meðan kvinnurnar helst vilja nærkast tindunum aftur. Bæði liðini skulu royna seg í evropeiskum hondbólti í oktober.

Sí eisini: 
VÍF italska mótsstøðu - H71 spækir móti liðið av Kýpros
European Cup: Menninir hjá H71 og VÍF fingu trupla mótsstøðu

VÍF skrivar soleiðis á Facebook-síðu sínari: 

VÍF hevur valt at dúva upp á lokalar kreftir komandi kappingarár, og vit kunnu fegnast um, at vit eiga fleiri royndar og dugnaligar venjarar.

Ingi Olsen fer at standa á odda fyri báðum liðum saman við Bjarta Hansen, ið verður hjálparvenjari hjá monnunum og Johnny Joensen, ið verður hjálparvenjari hjá kvinnunum.

Bæði liðini fara at royna seg í European Cup í heyst. Lutakast var fyrrapartin og okkara kvinnur skulu spæla ímóti einum italskum liði, ímeðan menninir skulu spæla ímóti einum liði úr Eysturríki.

VÍF takkar Nuno Farelo fyri tíðina, sum tvey tey seinastu kappingarárini hevur vant okkara manslið, har teir vunnu steypakappingina farna kappingarár og grundspælið bæði árini.

Venjarar eru eisini settir hjá flestu barna- og ungdómsliðnum og so skjótt síðstu smálutirnir eru komnir upp á pláss, verður boðað frá hesum. Vit gleða okkum at síggja stór og smá í høllini aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder