Hondbóltur

Innsavningin nú komin upp á 445.000 krónur

Næstan komin í helvt við innsavningini til Hondbóltssambandið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-05 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur við rúkandi ferð at savna pengar inn til landsliðsarbeiðið hjá Hondbóltssambandinum. Bæði fyritøkur og kommunur, men eisini privatpersónar hava sett seg í samband við okkum tí tey ynskja at stuðla.

Ikki ein gongd tvey samdøgur eftir at innsavningin fór í gongd eru vit komin upp á 445.000 krónur. Ætlanin er at savna eina millión inn. Hetta er áleið tað, sum vantar í landsliðsarbeiðnum hjá Hondbóltssambandinum, nú heimadystirnir hjá A-landsliðnum hava verið spældir í Danmark, og hava havt meirkostnað við sær.

Les eisini: Forkvinnan í Hondbóltssambandinum: Tað betýðir ótrúliga nógv fyri okkum

Ætlanin var, at løgtingið skuldi játta milliónina, men tað hendi ikki tí løgtingið fór í summarfrí áðrenn tað varð avgreitt.  Sostatt stendur HSF og vantar eina millión um landsliðsarbeiðið ikki skal skerjast.

Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin   
P/F Frost
Fønix
P/F Waag
Elding
Kjølur
Kjølbro Heilsøla
Kemilux
Sólorka
Jóhan á Plógv Hansen, hondbóltsspælari
Runavíkar kommuna (25.000 kr.)
Sandshavið
Burn Fitness
Føroya Termovirki
Sp/f Grettir
Sp/f Skálafossur
P/f Vesturbúgvin
Mest
Enniberg
Sp/f Rókin
KMS-Køling Sp/f
Pizza67
Bilrøkt
Hey
Føroya Tele
Colorama á Hálsi
Køtlum
Faroe Ship
Fo-con sp/f
P/f Líðin
Effo
Bátastevnan í Vestmanna
Glitnir
Steikin
Munin
MBM

Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.

(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder