Fótbóltur

Iran: Kvinnur til fótbóltsdyst fyri fyrstu ferð í áratíggju

Tá Iran vann 14-0 á Kambodia í dag, vóru kvinnurnar eisini á áskoðaraplássunum. Men at seta eitt lítið øki av til kvinnurnar er ikki nóg mikið, heldur Amnesty.

Iranskar kvinnur til dyst millum Iran og Kambodia í dag (Mynd: EPA)

Iranskar kvinnur til dyst millum Iran og Kambodia í dag (Mynd: EPA)

2019-10-10 19:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag spældi Iranska fótbóltslandsliðið hjá monnum HM-undankappingardyst á heimavølli móti Kambodia, har úrslitið gjørdist 14-0 til Iran.

Tað serliga við hesum dystinum var, at kvinnur, sum síðan islamisku kollveltingina í 1979 ikki hava havt atgongd til fótbóltsdystir, eisini sótu á áskoðaraplássunum í dag.

Tað var altjóða fótbóltssambandið (FIFA), sum hevði lagt trýst á Iran, eftir at ein kvinna, sum var vorðin handtikin fyri at royna at sníkja seg at hyggja eftir einum dysti, setti eld á seg sjálva sum mótmæli.

Fólk hava verið fegin um avgerðina, men mannarættindafelagsskapurin Amnesty International rópar hetta fyri eitt sonevnt "publicity stunt".

Sambært Ekstra Bladet vísir Amnesty á, at eitt serligt øki við avmarkaðum plássi varð gjørt til kvinnurnar, og at talan sostatt ikki er um eina broyting av lógini, ið forðar kvinnum at fara til fótbóltsdyst.

Á áskoðaraplássunum vórðu pláss fyri 78.000 fólkum, og bert 3500 pláss vórðu eyðmerkt til kvinnur.

- Alt annað enn at strika kvinnubannið fullkomiliga er ein háðan móti minninum hjá Sahar Khodayari (kvinnan, sum setti eld á seg sjálva, red.) og ein háðan av rørsluni, hjá iransku kvinnunum, ið hava strídst fyri at fáa bannið sett úr gildi, sigur Amnesty.

Sambært BBC vórðu atgongumerkini til kvinnurnar útseld eftir fáum minuttum.

Les eisini: Vil boykotta lond, ið nokta kvinnum atgongd til dystir

Niðanfyri síggjast nakrar myndir av kvinnuligu fótbóltsfjepparunum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder