Fótbóltur

Vil boykotta lond, ið nokta kvinnum atgongd til dystir

Forsetin í UEFA heitir á evropeisk lið um at nokta at spæla í londum, har kvinnur ikki hava atgongd til fótbóltsdystir.

Higartil hava kvinnur í Iran við fáum undantøkum ikki havt atgongd til fótbóltsdystir (Mynd: Scanpix)

Higartil hava kvinnur í Iran við fáum undantøkum ikki havt atgongd til fótbóltsdystir (Mynd: Scanpix)

2019-10-01 18:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forsetin í evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA), Aleksander Ceferin, heitir í einum opnum brævi á evropeisk fótbóltslið um at nokta at spæla í londum, har kvinnur ikki hava atgongd til dystirnir.

Hendan áheitanin skal síggjast sum eina roynd at leggja enn meira trýst á Iran, har ein kvinna setti eld á seg sjálva, eftir at hava fingið at vita, at hon var í vanda fyri at fáa hálvt ára fongsulsrevsing fyri at hava roynt at sníkja seg at hyggja eftir einum dysti.

Umboð frá altjóða fótbóltssambandinum (FIFA) hava eisini verið í Iran fyri at leggja ætlanir fyri, hvussu kvinnur skulu sleppa at hyggja eftir fótbóltsdysti framyvir.

FIFA hevur longu fingið Iran at lova, at kvinnur fáa atgongd til HM-undankappingardystin millum Iran og Kambodia 10. oktober, og sambært TV2 verður eitt serligt øki gjørt til kvinnurnar, har pláss verður fyri 4600 áskoðarum.

Les eisini: Nú sleppa kvinnur til landsdyst í Iran

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder