Tá iranska mannslandsliðið í fótbólti skal spæla HM-undankappingardyst á heimavølli móti Kambodia, sleppa kvinnur eisini inn at hyggja við.
Tað sigur forsetin fyri altjóða fótbóltssambandið (Fifa), Gianni Infantino.
Hann sigur, at Iran hevur lovað at eftirlíka krøvini frá Fifa um, at kvinnur skulu sleppa til dystin móti Kambodia, eftir at ein kvinnuligur fótbóltsfjeppari í Iran setti eld á seg sjálva fyri at mótmæla kvinnuforboðnum til fótbóltsdystir.
Les eisini: Fifa leggur trýst á Iran: Kvinnur skulu sleppa til fótbóltsdyst
- Vit noyðast at hava kvinnur til dystirnir, vit skulu leggja trýst á Iran á ein virðiligan, men greiðan hátt, tí vit kunnu ikki bíða longur. Tey hava lovað okkum, at kvinnur fáa atgongd til næsta landsdystin í Iran. Tað hevur stóran týdning, tí hetta er, við fáum undantøkum, ikki hent í 40 ár, sigur Gianni Infantino, sambært DR.
Hósdagin segði iranski ráðharrin í ítróttamálum, Masoud Soltanifar, eisini, at mann var komin langt í einari tilgongd, sum skal tryggja kvinnum atgongd til landsdystir hjá Iran.
Umboðsfólk hjá Fifa eru í løtuni stødd í Iran, og í samstarvi við altjóða fótbóltssambandinum, skal Iran leggja ætlanir um, at kvinnur eisini skulu fáa atgongd til aðrar fótbóltsdystir kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald