Fótbóltur

Ísak og Vilhelm við í greiðum evropeiskum sigrum

Alt bendir á, at Hannover-Burgdorf og serliga Sävehof skulu spæla bólkaspæl í European League.

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir skulu gera arbeiði liðugt í Norðurmakedónia leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir skulu gera arbeiði liðugt í Norðurmakedónia leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-01 09:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kann enda við, at fimm føroyskir spælarar skulu spæla í í bólkaspælinum í European League hjá monnum, sum er næststerkasta evropeiska kappingina.

Hetta er greitt eftir fyrru play-off dystirnir (røkkstøkk-dystirnir), sum hava verið um vikuskifti.

Í gjár skrivaðu vit um tríggjar teir fyrstu dystirnar, sum vóru leygardagin. Sí yvirlitið her: European League: Flott føroysk avrik í fyrru dystunum

Seinnapartin sunnudagin spældu landsliðsspælararnir Ísak Vedelsbøl og Vilhelm Poulsen.

Ísak hevði ikki tað besta álopskenda avrikið (1 mál uppá 3 skot), men sterki strikuspælarin og hinir hjá Sävehof vunnu ein tryggan sigur í Skåne. Talan var um eina reina svenska uppgerð, og í 2. hálvleiki fór Sävehof av álvara frá HK Malmö.

Tað endaði 24-33, og harvið skulu Ísak Vedelsbøl og teir bara gera arbeiði liðugt í Partille leygardagin.

[object Object]
Ísak Vedelsbøl skal helst annað árið á rað spæla evropeiskt bólkaspæl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

European League play-off (røkkstøkkdystir) - Fyrru dystirnir

Sunnudagin 31. agust
HK MalmöIK Sävehof (Ísak Vedelsbøl) 24-33 (14-18)

Ísak Vedelsbøl 1 mál (3 skot)

TSV Hannover-Burgdorf (Vilhelm Poulsen) - HC Alkaloid (Norðurmakedónia) 37-27 (19-15) 

Í Týsklandi var heldur eingin ivi - serliga eftir steðgin. Joel Birlehm hevði heili 18 bjargingar í málinum hjá Hannover-Burgdorf. Vilhelm Poulsen spældi lítið í álopinum, men hevði fleiri góðar verjuatgerðir.

Hóast tíggju-máls sigurin bíðar nú ein óunniliga uppgáva, sum høgri bakkurin úr Hoyvík kennir til hjá landsliðnum: Í Norðurmakedónia í seinna dystinum móti liði hjá Kiril Lazarov. Hetta verður leygardagin.

Leygardagin 30. august

Skanderborg AGF (Jóhan á Plógv Hansen) - Maritimo (Portugal) 38-25 (22-12)

J
óhan á Plógv Hansen 5 mál (5 skot)

Minaur Baia Mare (Rumenia)* - Stjarnan (Jóhannes Bjørgvin) 

Jóhannes Bjørgvin 4 mál (5 skot) -
* Baia Mare hevur fyrrverandi VÍF-venjaran Nuno Farelo sum oddamann

Chobry Glogow (Pólland) - Karlskrona (Tróndur Mikkelsen) 30-33 (12-16)

Tróndur Mikkelsen 4 mál

Sí eisini: European League: Flott føroysk avrik í fyrru dystunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder