Fótbóltur

Isak til Liverpool fyri 1,1 milliardir krónur

Talan er um dýrasta fótbóltsspælara í Onglandi higartil.

(Mynd: Liverpool FC)

(Mynd: Liverpool FC)

2025-09-02 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár lat flytingargluggin aftur, har møguleiki er hjá fótbóltsfeløgum í Onglandi at keypa og selja spælarar.

Og meistaraliðið Liverpool FC brúkti dagin til at gera størsta keypið nakrantíð higartil í bretskar fótbóltssøgu, tá felagið tryggjaði sær svensku álopsstjørnuna, Alexander Isak, frá Newcastle.

Breskir miðlar skriva, at Liverpool skal av við 125 milliónir pund fyri Isak. Tað er 1,1 milliardir í okkara krónum.

Tað hevur leingi ligið í kortunum, at svenski áleyparin fór at skifta felag, og tí var Alexander Isak lættur, tá hahdilin við meistarafelagið fall upp á pláss í gjárkvøldið.

- Eg fegnist um, at hetta nú er komið upp á pláss, og at eg endiliga kann sleppa til arbeiðis aftur, segði ein lættur Alexander Isak í gjárkvøldið.

25 ára gamli sviin hevur spælt við Newcastle United í trý kappingarár síðan hann skifti frá spanska felagnum Real Sociedad. Í Onglandi hevur hann higartil skotið 62 mál í 109 dystum fyri Newcastle United. 

[object Object]Alexander Isak hevur spælt 52 landsdystir og skorað 16 mál fyri svenska landsliðið. Tvey av málunum vórðu skorað í EM-undankappingardysti á Tórsvølli 5. september 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder