Annað

ÍSF sóknast eftir navni til nýggja heiðursløn

Á ÍtróttaFAGNAÐURIN í januar ætlar ÍSF at lata nýggja heiðursløn til ungan persón, og fram til 20. november kunnu øll senda inn uppskot til, hvussu heiðurslønin skal eita.

2023-11-15 13:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 20. januar 2024 verður ÍtróttaFAGNAÐURIN aftur á skránni, og í hesum sambandi sóknast Ítróttasamband Føroya eftir einum navni til eina nýggja heiðursløn til ungan persón.

Tí skrivar ÍSF út navnakapping.

– ÍSF ynskir at heiðra ein ungan persón, 20 ár ella yngri, ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum kenna seg vælkomin, sædd og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum. Sostatt leggur viðkomandi lunnar undir tann góða felagsskapin.

– Persónurin stimbrar undir rørslu- og ítróttargleðina hjá hinum og lyftir tey, bæði tá gongur við og tá tað gongur ímóti. Viðkomandi lýsir upp, tá ið lagið er ringt, tá ið venjingin er hørð, og tá ið úrslitini ikki eru sum ætlað.

– Persónurin roynir at fáa øll við - bæði til venjingar og kappingar, men eisini í sosiala lívinum uttanfyri ítróttin. Har íðkarar fungera væl sosialt, halda tey ungu fram í ítróttinum í longri tíð.

– Í stuttum kann sigast um viðkomandi at hesin: á serligan hátt styrkir og stimbrar samanhaldið í felagnum, skapar gott vinarlag á liðnum ella í felagnum, er ein góð fyrimynd, hevur jaligan hugburð og góða orku, fær øll at kenna seg vælkomin, og skapar gott lag - eisini tá ið tað gongst illa, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum hóskar væl til málbólkin, sum er 20 ár og yngri. Freistin at senda inn navnauppskot saman við frágreiðing um, hví ein heldur navnið vera hóskandið, og hvønn týdning navnið hevur, er 20. november klokkan 12. Tað skal sendast til [email protected]. Vinnandi uppskotið fær gávukort til tveir bowlingbanar í ein tíma fra Bowl.fo.

ÍSF tilskilar sær rættin til at velja frítt ímillum innkomin uppskot, umframt at tillaga, ella ikki at nýta vinnandi uppskot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder