Hondbóltur

Ísland er á eggini

Týsku vertirnir vunnu tætta og inntensa dystin í Köln í kvøld - serliga takkað verið verjupartinum. Eysturríki koppaði Ungarn, og Frakland er nú einsamalla oddaliðið í bólkinum.

"Andy" Wolff gjørdist avgerandi fyri heimaliðið í kvøld, tá hálvfinaluvónin varð hildin á lívi. Her sæst hann í HM-play off dysti í Føroyum í 2022 - í fyrra dystinum millum liðini tá, var hann ein múrur (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-18 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar í meginumfarinum í Köln hevur verið á skránni í dag, og tað var avgjørt ikki nakað vónbrot, hvørjum spenningi viðvíkur.

EM-meginumfarið - bólkur 1 (í Köln)

1. umfar - Í dag, 18. januar
Ungarn - Eysturríki 29-30 (17-17)
Frakland - Kroatia 34-32 (18-18)
Týskland - Ísland 26-24 (11-10)

Støðan:
Frakland 4 stig
Eysturríki 3 stig
-------------
Týskland 2 stig
Ungarn 2 stig
Kroatia 1 stig
Ísland 0 stig

Fýra umfør verða spæld í millumumfarinum - man spælir ikki móti tí liðnum, sum man longu hevur spælt ímóti. Stigini við sær eru stigini, sum eru vunnin í innanhýsis dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.

Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar. Hvørt lið spælir annan hvønn dag.

Tað var spenningur heilt til endans í øllum trimum dystunum í stóru Lanxess leikhøllini, og tað byrjaði við einum lítlum skelki.

Eysturríki vann fyrsta dystin í bólkaspælinum á Rumenia, og fekk síðani óvæntað javnleik móti bæði Kroatia og Spania. Hetta sendi Eysturríki víðari frammanfyri stórveldi Spania, og í dag varð fyrrverandi samveldi Ungarn koppað: Tað var stjørnan Nikola Bilyk, liðfelagi hjá Eliasi á Skipagøtu í Kiel, sum gekk á odda í 2. hálvleiki, og skoraði hann avgerandi málið, ið sendi Eysturríki á fyribils hálvfinalupláss.
 [object Object]
Eysturríki var í undankappingarbólki við Føroyum og vann dystirnar við ávíkavist tveimum og fimm málum. Her sæst Bilyk í viðtalu við Portalin eftir dystin í Bregenz - stutt áðrenn allir spælararnir sungu "I Surrender" saman.

Frakland liggur á odda, men Kroatia var ikki langt frá at knógva favorittunum í ógvuliga undirhaldandi dystinum tíðliga í kvøld, har nógv gott álopsspæl var at síggja. Fraklendingar hildu tó høvdið kalt seinastu løtuna og vunnu við tveimum. 39-ára gamli Nikola Karabatic skoraði fimm mál. Nú hevur hann skotið 289 mál samanlagt í EM-endaspølum, og harvið hevur hann yvirhálað Gudjón Sigurðsson sum mest skorandi í EM-høpi nakrantíð.

Tað var bert ein fegin íslendingur millum teir knapt 20.000 áskoðarnir í Köln, tá urið ljóðaði fyri seinastu ferð. Tað stóð nógv á hjá Alfreð Gíslasyni og hinum í týsku leguni, men tvær brotskastsbjargingar frá Andreas Wolff síðstu fimm minuttirnar, umframt gjøgnumbrot hjá Julian Köster gjørdust avgerandi. 

"Úlvurin" í týska málinum hevï 12 bjargingar, og íslendska álopsspælið var aftur merkt av, at Magdeburg-profilarnir, Gísli Kristjánsson og Ómar Ingi Magnusson, als ikki eru á teirra toppstigi. Báðir hava verið skaðadarvaðir og vóru úti í longri løtum í lagnudystinum í dag. Ísland skal nú vinna hinar tríggjar dystirnar í bólkinum fyri at hava møguleika at koma í hálvfinaluna - fyrst leygardagin seinnapartin móti Fraklandi.

2. umfar í bólki 1 - leygardagin 20.01:
14.30: Ísland - Frakland
17.00: Ungarn - Kroatia
19.30: Týskland - Eysturríki

2. umfar í hinum bólkinum er á skránni í morgin, fríggjadagin 19. januar. Har verður skandinaviskur stórdystur síðst á skránni: 

2. umfar - í morgin, 19. januar
14.30: Slovenia - Portugal
17.00: Noreg - Niðurlond
19.30: Danmark - Svøríki

Danmark 4 stig
Svøríki 4 stig
Portugal 2 stig
Slovenia 2 stig
Niðurlond 0 stig
Noreg 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder