Hondbóltur

Ísland skal hýsa einum HM-endaspæli hjá monnum

Hetta saman við Danmark og Noregi í 2031. IHF hevur í dag kunngjørt hvørji vertslondini um ávíkavist fimm og sjey ár verða.

Íslendingar kunnu fegnast um at sleppa at hýsa einum HM-endaspæli á heimavølli (Mynd: EPA)

Íslendingar kunnu fegnast um at sleppa at hýsa einum HM-endaspæli á heimavølli (Mynd: EPA)

2024-04-16 18:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða hondbóltssamgongan IHF hevur í dag kunngjørt, hvørji vertslondini til HM-endaspølini í 2029 og 2031 verða.

HM 2029 hjá monnum: Frakland og Týskland
EM 2029 hjá kvinnum: Spania

HM 2031 hjá monnum: Danmark, Ísland og Noreg
EM 2031 hjá kvinnum: Kekkia og Pólland

Her er tað kanska serliga áhugavert, at tað eru trý Norðanlond, sum skulu hýsa í 2031. 

Danmark og Noreg eru vertir saman við Kroatia til HM-endaspælið næsta ár, sum føroysku menninir í næsta mánaða skulu royna at koma til. Flestu dystirnir verða spældir í Kroatia, men byrjanardysturin í Herning og finaluvikuskifti í Oslo.

Íslendingar hava í eina tíð roynt at fingið endaspælsdystir til landið aftur, og nú er tað eydnast saman við Danmark og Noreg. HM í 1995 var spælt í Íslandi.

Týskland hevur júst havt EM-endaspælið, skal hava HM einsamalt í 2027 og at tað vera Týskland og Frakland saman um fimm ár, er ein staðfesting av, at Týskland hevur serstøðu í hondbóltsheiminum: Millum annað hvat umstøðum og áhuga viðvíkur.

Spania fær aftur eitt HM hjá kvinnum. Endaspælið í 2021 var eisini har. Í 2031 býta Kekkia og Pólland vertsleiklutin millum sín.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder