Annað

Íslendingar ov stuttir

Ísland kundi við sigri koma víðari úr bólk D, men tað koppaði ikki til okkara grannatjóð í kvøld..

Birkir Bjarnason var ein av íslendsku leikarunum, ið brendi stórar møguleikar í kvøld (Mynd: EPA)

Birkir Bjarnason var ein av íslendsku leikarunum, ið brendi stórar møguleikar í kvøld (Mynd: EPA)

2018-06-26 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ísland spældi ein frálíkan dyst í Rostov í kvøld, og gjørdi veruliga alt fyri at koma víðari. Men kynisman manglaði hjá íslendingunum, ið nú eru úti av HM.

Les esiini: Argentina víðari á dramatiskan hátt

Tað hendi ikki nógv fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. Kroatia spardi nógvar leikarar, og hevði lítið at bjóða uppá í álopkenda spælinum, hóast kroatar vóru nógv á bóltinum.

Ísland setti seg so líðandi á dystum, og skapti fleiri vandamiklar støður áðrenn farið var til hálvleiks. Men neyðugu neyvleikin var ikki har hjá Finnbogason, Bjarnason og hinum.

Tíðliga í 2. hálvleiki fekk Ísland ein vátan vøtt, tá Milan Badelj legði Kroatia á odda. Men Ísland svaraði sera væl aftur, og rakti millum annað yvirleggjaran. Kroatia var eisini vandamikið í summum støðum, nú Ísland satsaði alsamt meira, og kroatar rakti millum annað yvirleggjaran.

Tá eitt korter var eftir vardi Dejan Lovren fyri einari alvering við hondini. Brotsspark, og hesaferð var Gylfi Sigurðsson ísakaldur. 1-1 og nú var vónin birt hjá íslendingum, ið arbeiddu sera hart, og royndi veruliga at leggja trýst á kroatiska málið. Men beint sum seinasta trýstið skuldi setast inn, misti annars vælleikandi Emil Hallfredsson bóltin mitt á egnari hálvu. Badelj fann innskifta Rakitic, og so lukkaði Barcelona-leikarin dystin.


Mynd: EPA

Íslendska ævintýrið er av á hesum sinni. Ísland endar á aftasta plássið í bólki D eftir ein góðan innsats í Russlandi, men Kroatia víst í kvøld munin á liðunum: Teir tóku av møguleikunum, og tað gjørdi liðið hjá Heimiri Hallgrímssyni ikki.

Argentina vann á dramtasikan hátt 2-1, og er víðari saman við Kroatia, ið fekk fult stigatal. Les meira um tann dystin aðrastani á síðuni.

Ísland – Kroatia 1-2 (0-0)

Endastøðan í Bólki D:
Kroatia 6 (+6)
Argentina 4 (-2)
Nigeria 3 (-1)
Ísland 1 (-3)

Mynd: EPA

placeholder
placeholder