Fótbóltur

Italia evropameistari eftir brotssparkskapping á Wembley

Ongland kom á odda beinanvegin, men næstan tríggjar tímar seinni misnýttu tríggir leikarar, harav tveir ógvuliga óroyndir í høpinum og harav tveir, ið júst vórðu innskiftir, úr ellivu metrum. Donnarumma bjargaði tvær ferðir, og Italia vann EM fyri aðru ferð.

Málskjúttin og Bonucci og brotsparkshetjan og besti leikarin í kappingini fegnast við steypinum saman við italsku áskoðarunum, ið av álvara vóru í undirtali á Wembley (Mynd: EPA)

Málskjúttin og Bonucci og brotsparkshetjan og besti leikarin í kappingini fegnast við steypinum saman við italsku áskoðarunum, ið av álvara vóru í undirtali á Wembley (Mynd: EPA)

2021-07-11 23:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði við einum braki hjá Onglandi, men endaði sum til øll endaspæl síðani 1966 við vónbroti. Sum tað eisini gjørdi í HM 1990, 1998 og 2006, og EM 1996, 2004 og 2012 var tað eftir brotssparkskapping.

Í 2012 vóru tað italumenn, ið vóru stinnari úr ellivu metrum í fjóðringsfinaluni, og í kvøld syrgdi Gli Azzuri fyri, at fótbólturin ikki kom heim, men til Rom. Hetta var evropameistaraheitið nummar tvey hjá Italia.

Gareth Southgate brendi tað brotssparkið, ið gjørdist avgerandi í EM-hálvfinaluni í heimavølli í 1996. Venjarin kennir harvið kensluna, og hann var eisini skjótur at troysta 19-ára gamla Bukayo Saka. Arsenal-leikarin spældi sín bert níggjunda A-landsdyst og er ikki kendur sum brotssparksskjútti. Southgate hevur eisini longu verið fyri einari rúgvu av atfinningum fyri valið at seta Saka sum fimta skjútta. Eisini snýr tað seg um valið at seta 21-ára gamla Jadon Sancho, ið heldur ikki er royndur sum leikari ella brotssparksskjútti, og sum hevur spælt lítið í endaspælinum,  og sum saman við 23-ára gamla Marcus Rashford, ið er meira vanur at skjóta brotsspørk misnýtti møguleikan. Liverpool-liðformaðurin Jordan Henderson kom inn í vanligu leiktíðini. Hann er rímiliga vanur at royna seg úr ellivu metrum - brendi tó í HM í 2018 - og varð skiftur út fyri Sancho. 

Eitt annað val hjá Gareth Southgate sá tó beinanvegin út til at vera púra rætt: At byrja við einari trýmansverju, at fáa Kieran Trippier inn á liðið aftur sum annan vongbakkin og at hava Shaw sum hin. Eftir italskt hornaspark, setti Ongland ferð á, og fekk nógv fólk fram. Harry Kane fekk fatur á bóltinum, sendi hann væl út til høgru, har Trippier við góðum innleggi fann Shaw við aftaru stong, og United-bakkurin fluktaði bóltin væl inn umvegis nærru stong, og so kókaði Wembley uppaftur meira enn frammanundan.

Tað vóru tó italumenn, ið kundi enda við at stórfegnast. Ongland tyktist at hava gott tamarhald í fyrra hálvleiki, ið var tamur fyriuttan málið. Italia hevði lítið at bjóða uppá, men kom øðrvísi út til 2. hálvleik og fekk trýst heldur verjukenda Ongland meira aftur. Eftir innlegg úr vinstru fekk vælleikandi Harry Maguire júst ruddað burtur til horna. Hornasparkið kom væl inn úr vinstru, Jordan Pickford, ið hevði bjargað skotroynd frá lívliga Chiesa stutt frammanundan, fekk hondina væl á, men so var Bonucci til reiðar. Ein av verjukempanunum hjá Italia javnaði til 1-1, og so hendi í roynd og veru næstan einki nevnivert, fyrrenn komið var til brotssparkskappingina.

[object Object]
Shaw gav Onglandi eina frálíka byrjan við frálíkum máli, og heimaliðið var á gullkós í yvir ein tíma 

[object Object]
Tað var til Bonucci javnaði í samband við hornaspark (Mynd: EPA)

Landsliðsvenjarin hjá Onglandi fer eisini at fáa síni høgg fyri ikki at hava satsað meira. Phil Foden var ikki tøkur í kvøld vegna skaða, men fleiri spennandi álopskendir leikarar vóru á bonkinum, men komu seint inn. Italia var eitt sindur meira omaná, men so tyktist tað sum, at liðin ivóru til sættis við at fara í longda leiktíð. Í 2. hálvleiki har var eitt sindur av lívi í, og heimaliðið fekk lagt eitt lítið trýst. Leyvurnar byrjaðu eisini betri í brotssparkskappingini. Kane og Maguire skoraðu sera sannførandi, og Pickford bjargaði royndi hjá innskifta Belotti, sum var skjútti nummar tvey hjá Italia, ið skeyt fyrst.

Marcus Rashford og Jadon Sancho komu inn í 120. minutti. Manchester United-leikararnir - Rashford er uppvaksin í felagnum, og Sancho skal byrja har í næstum - brendu báðir. Rashford tók sær ógvuliga góða tíð við at renna til bóltin, hann sendi Donnarumma skeivan vegin, men rakti stongina. Skotið hjá yngra og meira óroynda brotssparkskjúttanum var spakuligt og fór beint í føvningin á Donnarumma. Millum hesi megnaði Federico Bernardeschi, ein innskiftari, at skjóta bóltin beint framvið Pickford. Jorginho kundi, eins og í hálvfinaluni móti Spania avgera dystin, men Pickford hevði lisið hann. Lívlinja til Ongland, men Saka stóð ikki ímóti stóra trýstinum, ið varð lagt á ungu herðar hansara, og so endaði alt við, at ensk hjørtu vórðu knúst.

[object Object]
Tríggir partar við ymsum kenslum - niðurlendski dómarin Björn Kuipers kundi vera vælnøgdur eftir eitt heilt gott avrik við floytuni, Bukayo Saka í knúsi eftir brotssparkið, ið Donnarumma bjargaði og sum harvið sendi italenarar í ovfarakæti

[object Object]

Fangaðuri í stivlalandinum var øðiligur

[object Object]Og miðverjarnir - liðformaðurin og málskjúttin - lyftu steyp og annað gott á Wembley (Myndir: EPA)


Donnarumma bjargaði aftur og er harvið tjóðarhetja. Tað eru allir teir italsku leikararnir nú, og ikki minst Mancini. 56-ára gamli venjarin tók við nakrar mánaðir eftir, at Italia ikki megnaði at spæla seg til HM-endaspælið í Russlandi, og hevur síðani september 2018 verið ósigraðir - í nú 34 dystum. Eitt frálíkt venjaravrik og avrik frá eindini, har málverjin, ið varð kosin til besta leikara í kappingini eftir dystarlok, er grundarsteinurin saman við liðformanninum Chiellini, miðverju samstarvsfelagnum Bonucci og Jorginho á verjukenda miðvøllinum. Nú skal Roberto Mancini royna at byggja uppá - Southgate, ið tók fulla ábyrgd fyri tapinum og sínum valum í viðtalu eftir ósigruin, og Ongland skulu royna aftur næsta vetur í Katar, tá HM verður.

EM 2020 (2021) finala
Wembley Stadium, London
Ongland - Italia 3-4 eftir brotssparkskapping - 1-1 eftir vanliga leiktíð
2' Luke Shaw (Kieran Trippier)  1-0
67' Leonardo Bonucci 1-1

Brotssparkskapping
Domenico Berardi skorar 1-2
Harry Kane 2-2
Pickford bjargar roynd frá Belotti
Harry Maguire 3-2
Leonardo Bonucci 3-3
Marcus Rashford brennur
Federico Bernardeschi 4-3
Donnarumma bjargar roynd frá Sancho 
Pickford bjargar roynd frá Jorginho 
Donnarumma bjargar roynd frá Saka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder